info
Ongi úrslit

Lasse Klein aftur í Sjálvstýrisflokkinum

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkin ? og seinni løgtingsmaðurin hjá Kristiliga Fólkaflokkinum, Lasse Klein, býður seg nú fram sum valevni hjá Sjálvstýrisflokkinum í Eysturoy<BR>

info
Eirikur Lindenskov
12. desember 2001 kl. 14:14
? Eg vil fegin verða við til at lyfta Sjálvstýrisflokkin upp úr trupulleikunum, segði Lasse Klein, fyrrverandi landsstýris- og løgtingsmaður við Deg og Viku í týskvøldið, samstundis sum boðað varð frá, at hann hevur játtað at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy til næsta løgtingsval.
Mikið rok hevur verið um Sjálvstýrisflokkin, síðani Sámal Petur í Grund bjóðaði Helenu Dam á Neystabø av til formansvalið.
Úrslitið av hesum stríði gjørdist, at Helena Dam á Neystabø meldaði seg úr Sjálvstýrisflokkinum.
Eftir lemjandi ósigurin hjá flokkinum til fólkatingsvalið ? og serliga hjá floksformanninum, Sámal Peturi í Grund, valdi hann at leggja frá sær, og Eyðun Elttør, landsstýrismaður, er nú formaður Sjálvstýrisfloksins.
Persónliga valið hjá Sámali Petur í Grund var sera vánaligt. Hann misti 1.045 atkvøður í mun til seinasta fólkatingsval og fekk einans 73 atkvøður kring alt landið. Í hansara egna valdømi, Eysturoy, fekk hann einans 21 atkvøður í móti 365 til seinasta fólkatingsval og 533 til seinasta løgtingsval.
Í Degi og Viku varð eisini sagt, at Lasse Klein stillar upp, líka mikið um Sámal Petur í Grund verður á sama lista ella ikki.
Tí er tað ymiskt sum bendir á, at tað verður kapping millum Sámal Petur í Grund og Lassa Klein um at vinna løgtingssessin hjá Sjálvstýrisflokkinum aftur í Eysturoynni. Talan er um eitt eykamandat, so tað kann eisini fella aðra staðni í landinum.
Lasse Klein varð valdur á ting fyri Sjálvstýrisflokkin í Eysturoy í 1988 og í 1990. Í 1994 varð hann valdur fyri Kristiliga Fólkaflokkin í Eysturoy, men hann varð ikki afturvaldur til valið í 1998. Hann fekk tá 147 atkvøður í Eysturoy.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eyði Horsdal og bólkur spæla í Listastovuni

20 minuttir síðan
Annar ítróttur

Small States of Europe Team Championship 2026

28 minuttir síðan
Tíðindi

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

36 minuttir síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

1 tími síðan
Tíðindi

Gekk væl at fáa tangabilin uppaftur

1 tími síðan
Tíðindi

Eitt skip er í Eysturgrønlandi og eitt er á Flemish Kap

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ótrúligi dystarendin THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 37-36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggari at ferðast í miðbýnum í Fuglafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Vegurin gav eftir und­ir olju­bil­i­num inni í Dal

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksaaling í Seyðisfirði kann skapa 10–15 arbeiðspláss

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

4 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

4 tímar síðan