Tað gekk væl at fáa tangabilin hjá Effo uppaftur, sum smokkaði á vegnum inni í Dal á Sandi í gjár.
Ein stórur kranabilur hjá Hans Egil Joensen á Eiði kom til hjálpar.
Sambært løgregluni hevði bilurin 11.000 litrar av olju, sum skuldu pumpast úr bilinum, áðrenn hann skuldi takast uppaftur.
Sambært Gunleif Hansen, sum hevur sent okkum myndirnar, gekk tað væl at fáa bilin uppaftur.

