info
Ongi úrslit

Tjørnuvíkar­tunnil: Borað verður seint í 2027 ella tíð­liga í 2028

Miðað verður eftir, at fyrireikingarnar til Tjørnuvíkartunnilin verða lidnar, so farið kann verða undir sjálva tunnilsboringina seint í 2027 ella tíðliga í 2028. Ætlanin er at brúka sama arbeiðshátt sum við Dalstunlinum.

Eirikur Lindenskov
16. oktober 2026 kl. 11:48

Tað upplýsir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, í svarum upp á tveir skrivligar fyrispurningar frá Sirið Stenberg og Haraldi Símunarson Hammer um Tjørnuvíkartunnilin.

Báðir løgtingslimirnir hava spurt, nær arbeiðið veruliga fer í gongd. Harald Símunarson Hammer spyr beinleiðis, nær fólk í Tjørnuvík kunnu vænta, at fyrsta skotið verður latið av.

Landsstýrismaðurin svarar, at Landsverk arbeiðir við eini loysn, har tunnilin byrjar beint norðan fyri Marmaskallará í Haldórsvík og kemur út í Dalinum í Tjørnuvík.

Tunnilin verður eftir ætlan umleið 2,3 kilometrar langur, við tveimum koyribreytum og vanligari tekniskari útgerð.

Tjørnuvíkarmegin verður talan um umleið 100 metrar av nýggjari vegagerð, og harumframt verður neyðugt at breiðka verandi veg á einum strekki. Ætlanin er at brúka grót úr tunlinum til vegagerðina.Fyrireikingarnar fyrst

Áðrenn sjálv boringin kann byrja, skal arbeiðsøkið gerast klárt.

Fyrst skal inntakið við Marmaskallará gerast til reiðar. Har skal gravast og spreingjast fyri tunnilsmunnanum. Síðani skal tunnilstoymið flytast norður og arbeiðsplássið skipast.

– Miðað verður eftir, at allar fyrireikingar verða klárar, soleiðis at farið verður undir at bora tunnilin seint í 2027 ella tíðliga í 2028, sigur Jacob Vestergaard.

Sami leistur sum í Dali

Sirið Stenberg hevur eisini spurt, um ætlanin er at brúka sama leist sum við Dalstunlinum, har tunnilstoymið hjá Landsverki gjørdi arbeiðið.

Svarið er ja.

Landsverk legði Dalstunnilin til rættis og stóð fyri arbeiðinum, meðan egna tunnilstoymið boraði og sprongdi. Føroysk arbeiðsmegi tók lut, og arbeiðið varð skipað við fakarbeiðstøkum, har føroysk feløg vóru undirveitarar.

Landsstýrismaðurin sigur, at ætlanin er at brúka sama leist við Tjørnuvíkartunlinum.22,2 milliónir í 2027

Tøka játtanin til nýggju farleiðina til Tjørnuvíkar verður 22,2 milliónir krónur í 2027.

Landsverk mælir síðani til eina játtan upp á umleið 30 milliónir krónur í 2028 og eftir tað í minsta lagi 35 milliónir krónur um árið, so framdrift verður í arbeiðinum.

Vegurin til Tjørnuvíkar varð latin upp fyri almennari ferðslu í 1966. Hann er 4,3 kilometrar langur, smalur og liggur í brattlendi. Samstundis er nógv ferðsla eftir vegnum, tí Tjørnuvík er eitt væl vitjað ferðamál.

Jacob Vestergaard sigur, at nýggja farleiðin skal geva fólkinum í Tjørnuvík tryggari samband til arbeiðis, skúla og frítíðarvirksemi.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

Í gjár kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

Í gjár kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eyði Horsdal og bólkur spæla í Listastovuni

18 minuttir síðan
Annar ítróttur

Small States of Europe Team Championship 2026

26 minuttir síðan
Tíðindi

Øll partrolarapør eru til fiskiskap í løtuni

1 tími síðan
Tíðindi

Gekk væl at fáa tangabilin uppaftur

1 tími síðan
Tíðindi

Eitt skip er í Eysturgrønlandi og eitt er á Flemish Kap

1 tími síðan
Hondbóltur

VIDEO: Ótrúligi dystarendin THW Kiel-Rhein Neckar Löwen 37-36

2 tímar síðan
Tíðindi

Tryggari at ferðast í miðbýnum í Fuglafirði

2 tímar síðan
Tíðindi

Vegurin gav eftir und­ir olju­bil­i­num inni í Dal

2 tímar síðan
Tíðindi

Laksaaling í Seyðisfirði kann skapa 10–15 arbeiðspláss

3 tímar síðan
Tíðindi

Maður skuld­sett­ur fyri at hava blott­að seg í svimji­hyli

3 tímar síðan
Tíðindi

Eivør gevur út nýggja plátu – TUNGL

4 tímar síðan
Tíðindi

Skipasøla ella søla av fiskirættindum?

5 tímar síðan