Fríggjakvøldið 16. Oktober kl. 21.00 spælir Eyði Horsdal saman við bólki í Listastovuni. Á konsertini verður nýtt tilfar, sum bólkurin í løtuni arbeiðir við til eina komandi heildarútgávu.
Talan er um nýggjar føroyskar sangir í einum fólksligum og sangbærum stíli. Eyði Horsdal hevur gjørt vart við seg við sínum lætta og melodiska tóna og sínum jarðbundnu og sansaligu tekstum. Sangirnir eru bæði lættir og hugnaligir, men rúma samstundis dýpd og álvarsemi.
Lagt er upp til eina serstaka, nærverandi og hugnaliga konsert, har tónleikurin, tekstirnir og nærveran fáa pláss.
Á pallinum standa:
Eyði Horsdal – sangur, gittari og klaver
Kristian Pauli Ellefsen – orgul og harmonika
Arnold Ludvig – bass og gittari
Kristian Blak – klaver
Albert Karch – trummur og orgul (Pólland)
Konsertin er stuðlað av Økistónum.