- Í løtuni eru øll partrolarapørini til fiskiskap. Tey fiska upsa og annan hvítfisk, men skipini hava smáligan fiskiskap.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í morgun.
Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir ísfiskatrolarar eru eystanfyri og fiska svartkalva og annan djúpvatnsfisk.
Haraftrat er ein frystitrolari eisini til fiskiskap.
Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at allir teir smáu trolbátarnir liggja.
- Trý garnaskip fiska svartkalva. Skipini hava brúkiligan fiskiskap, og øll koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.