Luttakandi londini eru Gibraltar, Grønland, Ísland, Kýpros, Liktinstein, Luksemborg, Malta, Monako, og Føroyar. Har verða 9 lond, sum luttaka, og tilsamans eru 101 badmintonleikarar meldaðir til kappingina.
Tað er Badmintonsamband Føroya sum er vertur fyri liðkappingini, og verður kappingin tann 30. oktober til 1. november í høllini á Hálsi í Havn.
Í Badmintonsambandinum gleða vit okkum at bjóða bæði leikarum, og øðrum, sum ferðast við teimum, at vera vælkomin til Føroyar.
Badmintonsambandið fegnast eisini um góða samstarvið, vit hava við Badminton Europe, sum leggur okkum lag á at skipa slíkar kappingar -sigur Mariann Øster, forkvinna.
Hesaferð sendir Badminton Europe ein av teirra altjóða dómarum Ilkka Vainio úr Finnlandi, at vera referee í Høllini á Hálsi
Hópurin sum landsliðsvenjari Fai Yin Wong hevur úttikið til kappingina hesuferð eru hesi: Miriam í Grótinum, Bjarnhild í Buð Justinussen, Oddbjørg í Buð Justinussen, Birna Jacobsen, Ranja Joensen, Sanna Thorkildshøj og Mia Thorkildshøj Magnus Dal-Christiansen, Rúni Øster, Asbjørn H. Olsen, Christian Berg Petersen, Jafet Rasmussen, Árant Á Mýrini, og Jónas Djurhuus