info
Ongi úrslit

Leivur sleppur ikki við til Russlands

U21: Leivur Joensen fær ikki innfararloyvi til Russlands

info
Tróndur Arge
6. november 2015 kl. 11:26
Tá føroyska landsliðið seinni í hesum mánaðinum skal til Russlands at spæla U21 landsdyst, so verður tað uttan ÍF spælaran, Leivur Joensen. Passið hjá honum er ikki komið fram til áseta tíð, og tí fær hann ikki visum. - Alt er gjørt frá okkara síðu, men passið er ikki komið, har tað skal til tíðina. Tí verður Leivur Joensen ikki tøkur til dystin, sigur Bill M. Jacobsen, venjari hjá U21 landsliðnum. Passið hjá Leivuri Joensen bleiv sent eftirfylgjandi, tí hann var burturstaddur, tá passini hjá øllum hinum fóru av landinum til góðkenningar. Nú er passið so burturblivið. Leivur Joensen hevur spælt allar tríggjar undankappingardystirnir higartil frá byrjan á høgra bakki. - Leivur hevur spælt dystirnir og er ein av stamspælarunum. Tað er altíð óheppið, men maður kemur altíð í mans stað, sigur Bill M. Jacobsen, sum nú fer at taka ein nýggjan spælara út í hansara stað. Føroyski A-landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen, var út fyri ein líknandi hending, tá Føroyar spældu í Kasakhstan fyri nøkrum árum síðani. Hann slapp tó inn í landið, so hann náddi at spæla dystin.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Vil hava sjálvstøðuga avrúsingareind

44 minuttir síðan
Tíðindi

Heilsuhjálpararnir sprongdu almenna lønarkarmin

1 tími síðan
Tíðindi

Larmandi skut­ar­ar ó­rógv­aðu náttar­friðin í Runavík

2 tímar síðan
Tíðindi

Kaleb – nýggj skaldsøga

2 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Ara vann fyrsta sigurin síðani 4. juli

3 tímar síðan
Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

3 tímar síðan
Tíðindi

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

5 tímar síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

5 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

12 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

12 tímar síðan