Tað var longu greitt undan dystinum á Hásteinsvøllinum fríggjakvøldið millum ÍBV og FH, at Ari í Haraldsstovu Petersen og liðfelagarnir í ÍBV flyta niður í næstbestu íslendsku fótbóltsdeildini.
Kortini kunnu Ari og liðfelagarnir fegnast um, at teir fingu brotið óndu ringrásina við einum 3-1 sigri á FH. Hetta var fyrsti sigurin hjá ÍBV síðani 4. juli.
Omar Sowe fekk heimaliðið á sigurskós longu í 11. minutti. Klokkan vísti 73 minuttir, tá Viggó Valgeirsson økti til 2-0. Sjey minuttir seinni minkaði FH um munin, men tað gingu bert tveir minuttir, so hevði Arnór Ingi Kristinsson staðfest sigurin hjá ÍBV.
ÍBV er aftast í niðara endaspælinum við 22 stigum.
Leygardagin 24. oktober klokkan 15 spælir ÍBV seinasta dystin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á hesum sinni. Talan verður um dyst á útivølli á Akureyri móti KA.