info
Ongi úrslit
© Kevin Lamarque/Reuters
Katie Zacharia fær aðrar uppgávur eftir bert fáum døgum sum talskvinna í Hvítu Húsunum. Savnsmynd.

Talskvinna hjá Trump gevst eftir fáum døgum

Katie Zacharia fær aðrar uppgávur eftir eina ófriðarliga fyrstu viku í Hvítu Húsunum. Sjálv takkar hon forsetanum og sigur tað hava verið ein heiður at arbeiða fyri hann.

Eirikur Lindenskov
17. oktober 2026 kl. 08:16

Eftir bert fáum døgum er Katie Zacharia liðug sum talskvinna í Hvítu Húsunum. Tað skriva fleiri miðlar, teirra millum The New York Times, CNN og BBC, sambært Ritzau.

Samskiftisstjórin í Hvítu Húsunum, Steven Cheung, sigur við The New York Times, at hon fær aðrar uppgávur, sum verða kunngjørdar seinni.

Í nátt takkaði Zacharia amerikanska forsetanum, Donald Trump, í einum uppslagi á sosiala miðlinum X.

– Tað var ein heiður at arbeiða fyri hann, skrivar hon.

Trump segði fríggjadagin, at hann hevði mælt henni til at umhugsa sín leiklut av nýggjum. Hann legði afturat, at starvið møguliga ikki hóskaði til hennara.

– Eg segði við hana: »Heilt erligt, var eg tú, hevði eg umhugsað tað av nýggjum«, segði Trump.

Zacharia tók við starvinum mánadagin, men longu týsdagin vakti fyrsta tíðindafundurin hjá henni ans. Hon tóktist sjónliga fjálturstungin, las upp úr fyrireikaðum notatum og svaraði bert fáum spurningum.

Tíðindafundurin vardi minni enn eitt korter. Undir fundinum kom hon eisini til at umrøða mann sín sum forsetan.

Ein journalistur spurdi hana, hvar hon hevði staðið próvtøkuna, sum gevur loyvi at virka sum advokatur í USA.

– Tá eg var í Kina, svaraði hon.

Seinni í vikuni mátti 41 ára gamla Zacharia tó viðganga, at hon ongantíð hevði staðið hesa próvtøkuna, hóast hon fleiri ferðir hevði umrøtt seg sjálva sum advokat.

Demokratarnir síggja stutta tíðarskeiðið hjá Zacharia í starvinum sum eitt tekin um, at Republikanski flokkurin er viknaður undan miðskeiðisvalinum 3. november.

– Talskvinnan í Hvítu Húsunum er farin. MAGA-ekstremistarnir halda fram við at detta sundur, skrivar leiðarin hjá Demokratunum í Umboðsmannatinginum, Hakeem Jeffries, á X.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fleiri tíðindi

Tíðindi

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

5 minuttir síðan
Hondbóltur

Rúnar Hammer var toppskjútti tá Stoholm vann fyrsta sigurin

1 tími síðan
Tíðindi

Heysthugni og óvænt­aðar tón­leika­upp­liv­ingar í Havn

2 tímar síðan
Hondbóltur

Ajax tapti fyri Roskilde í toppuppgerðini

2 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus og liðfelagarnir taptu annan dystin á rað

8 tímar síðan
Hondbóltur

Valur og Stjarnan vunnu

9 tímar síðan
Fótbóltur

ÍBV megnaði ikki at tryggja sær bronsuna í kvøld

9 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Adrian mundi fingið skaða av grovari takkling

10 tímar síðan
Hondbóltur

Níggju føroysk mál vóru skotin í heimasigri hjá HF Karlskrona

10 tímar síðan
Tíðindi

Innflutningurin farin upp um 12 milliardir krónur

10 tímar síðan
Fótbóltur

Vendsyssel FF hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

11 tímar síðan
Tíðindi

Elsti dani nakr­an­tíð var lim­ur í danska nazista­flokkinum

11 tímar síðan