Klokkan 00.32 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan úr Runavík um tríggjar til fimm skutarar, sum koyrdu runt og larmaðu so illa, at fólk kendu seg órógvað.
Ein løgreglupatrulja varð send á staðið, og løgreglufólkini fingu fatur á ungu dreingjunum.
Teir fingu eitt álvarsamt prát um at vísa fyrilit fyri øðrum, koyra skynsamt og lata vera við at órógva náttarfriðin við óneyðugum larmi.
Larmur frá skutarum og prutlum er ein afturvendandi trupulleiki fleiri staðni í landinum. Serliga eru tað prutl, sum eru broytt ella tunað, so tey kunnu koyra skjótari enn loyvt er, sum hava verið til ampa.
Løgreglan hevur áður heitt á foreldur um at fylgja betur við, hvat børn og ung gera við síni prutl, og um tey eru í lógligum standi.
Tað er ikki bara larmurin, sum kann vera ein trupulleiki. Tunað prutl, sum koyra við ov nógvari ferð, kunnu eisini vera til vanda fyri bæði føraran og onnur í ferðsluni.
Í hesum førinum í Runavík varð málið loyst við einum práti við dreingirnar, sum vórðu mintir á at koyra ordiliga og vísa fyrilit fyri fólki, sum vilja hava náttarfrið.