Tað er ov trupult hjá fólki við rúsevnismisnýtslu at fáa hjálp til avrúsing. Tað heldur Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, sum í Kringvarpinum finst hvassliga at verandi skipan.
Atfinningarnar koma í kjalarvørrinum á sjónvarpssendingini Leivur vil liva. Har verður víst, hvussu Leivur Halldórsson tvær ferðir kemur á Psykiatriska depilin til ætlaða avrúsing, sum tó miseydnast.
Sambært Martini Kúrberg er søgan hjá Leivi ikki eitt eindømi. Hann sigur við Kringvarpið, at fólk ferð eftir ferð hava trupult við at sleppa framat hjálpini, og hann ivast í, um psykiatriska deildin rúmar fólki í somu støðu sum Leivur.
Leivur Halldórsson er rúsevnismisnýtari, og hóskvøldið var sending í sjónvarpinum um støðuna hjá honum. Mynd: Bárður Veihe, Kringvarp Føroya.
Tí heldur hann, at tørvur er á einum sjálvstøðugum avrúsingartilboði til fólk við rúsevnismisnýtslu.
Við einum slíkum tilboð vil hann hava eina skipan, sum í størri mun megnar at taka ímóti teimum, ið biðja um hjálp til at verða avrúsað.