info
Ongi úrslit

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum er næstfremst í Rumenia

CSM Bukarest vann í kvøld trivaligan heimasigur

Heri Á. Simonsen
20. november 2026 kl. 21:10

Liðið hjá landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg, CSM Bukarest er næstfremst í rumensku hondbóltsdeildini við 19 stigum fyri 11 dystir. Tær eru bert eitt stig aftanfyri oddaliðið, Bistrita sum hevur 20 stig.

Í kvøld vann CSM Bukarest á heimavølli greiðan 31-20 sigur á Zalau. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-11.

Pernille skoraði tvey mál upp á tríggjar málroyndir. Pernille var eisini noterað fyri at blokkera eitt skot í verjustøðu.

Nú fer Pernille at fokusera upp á uppgávurnar við føroyska landsliðnum, sum í komandi viku er í Tróndheimi fyri at spæla venjingardystir móti krútsterku liðunum, Noreg og Danmark. Eftir tað er EM-endaspæl á skránni, har Føroyar eru í innleiðandi bólki saman við Póllandi, Ukraina og Fraklandi. Dystirnir vera leiktir í Katowice í Póllandi.

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Trump hóttir við stórum skatti á dátumiðstøðir uttanlands

36 minuttir síðan
Hondbóltur

Vánaliga gongdin hjá Karlskrona heldur fram

1 tími síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf misti sigurin móti dystarenda

1 tími síðan
Fótbóltur

Kevin Knappen nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza var eisini besti leikarin hjá Grimsby í oktober

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland stóð aftanfyri morðætlan í Danmark

2 tímar síðan
Tíðindi

Kappingarráðið steðg­ar keypi­num hjá Borg av Sanda­vágs Timburhandli

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um meira fjararbeiði hjá landinum

4 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keypir lonirnar í Hoydølum fyri 1.577.000 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sera hált í Vestmanna

5 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið steing­ir Ting­hús­veg­in til 5. januar

5 tímar síðan
Tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

5 tímar síðan