info
Ongi úrslit
© Evelyn Hockstein/Reuters
Donald Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin. Forsetin vil hava amerikanskar fyritøkur at byggja dátumiðstøðir í USA.

Trump hóttir við stórum skatti á dátumiðstøðir uttanlands

Amerikanskar fyritøkur, sum byggja dátumiðstøðir í øðrum londum, kunnu fáa ein stóran skatt, sigur amerikanski forsetin. Hann vil hava miðstøðirnar bygdar í USA.

Eirikur Lindenskov
20. november 2026 kl. 20:49

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hóttir við at leggja ein stóran skatt á amerikanskar fyritøkur, sum byggja dátumiðstøðir uttanlands.

Tað segði hann á einum tíðindafundi í Hvítu Húsunum fríggjadagin, skriva Ritzau og AFP.

– Tær kunnu gera tað, um tær vilja. Men so leggja vit ein ovurstóran skatt á, segði Trump.

Hann segði eisini, at Kina fór at „taka tær allar“, um dátumiðstøðirnar vórðu bygdar uttanlands.

Menningin av vitlíki krevur nógva rokniorku, og stórar dátumiðstøðir brúka nógv av bæði streymi og vatni. Ætlanir um nýggjar miðstøðir hava elvt til mótstøðu í fleiri lokalsamfeløgum í USA, millum annað vegna stúran um hægri elprísir og dálking.

Trump hevur ávarað um, at forðingar fyri at byggja dátumiðstøðir í USA kunnu veikja leiðandi støðuna hjá landinum innan vitlíki.

USA hevur longu sett avmarkingar á útflutningin til Kina av teimum mest framkomnu kippunum hjá amerikanska tøknifelagnum Nvidia.

Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Nú kanst tú síggja lønina hjá grannanum ella stjóranum

13. november kl. 22:59

Landsstýrið black­list­ar 16 bygdi­r og bý­ir í Føroyum

18. november kl. 10:11

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

18. november kl. 14:27

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

18. november kl. 18:14

Fyrrverandi NSÍ venjari er deyður

14. november kl. 17:37

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 17:35

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Vánaliga gongdin hjá Karlskrona heldur fram

38 minuttir síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf misti sigurin móti dystarenda

1 tími síðan
Fótbóltur

Kevin Knappen nýggjur høvuðsvenjari hjá NSÍ

1 tími síðan
Fótbóltur

Geza var eisini besti leikarin hjá Grimsby í oktober

1 tími síðan
Tíðindi

Russland stóð aftanfyri morðætlan í Danmark

2 tímar síðan
Tíðindi

Kappingarráðið steðg­ar keypi­num hjá Borg av Sanda­vágs Timburhandli

2 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um meira fjararbeiði hjá landinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Kommunan keypir lonirnar í Hoydølum fyri 1.577.000 krónur

4 tímar síðan
Tíðindi

Sera hált í Vestmanna

4 tímar síðan
Tíðindi

Løgtingið steing­ir Ting­hús­veg­in til 5. januar

5 tímar síðan
Tíðindi

Sáttmáli undirskrivaður um útbygging á Grótrætt

5 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Joensen luttikið á ST fundum í USA

5 tímar síðan