info
Ongi úrslit

Løgmaður: Vit vilja stað­festa sjálvs­av­gerð­ar­rætt­ okkara

– Í dag er staðfest í avtalu millum Grønland, Danmark og USA, at avgerðir um framtíðina hjá Grønlandi verða tiknar av grønlendingum. Tað fegnist eg um umframt avtaluna sum heild.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 20:31

Tað sigur Beinir Johannesen, løgmaður í kvøld.

Hann vísir á, at á allarfyrsta fundi við danska forsætisráðharran, Mette Frederiksen, vísti hann á, at í føroyska samgonguskjalinum stendur:

»Føroyar skulu fáa staðfest sjálvsavgerðarrætt í øllum viðurskiftum, ið viðvíkja Føroyum.«

– Tí tað er umráðandi, at Føroyar fáa somu viðurkenning av sjálvsavgerðarrættinum, sum Grønland hevur fingið. Til dømis stendur í danska samgonguskjalinum, at:

»Regeringen anerkender, at det grønlandske folk er et folk i henhold til folkeretten med ret til selvbestemmelse, og at beslutninger om Grønlands fremtid træffes af det grønlandske folk og ingen andre.«

– Sama stendur ikki um Føroyar. Og tað havi eg eisini gjørt vart við, sigur løgmaður.

Hann vísir á, at fólkarættarliga viðurkenningin av sjálvsavgerðarrættinum ljóðar kanska háfloygt, men tað merkir, at í Føroyum ráða føroyingar, og avgerðir um Føroya framtíð verða tiknar av føroyingum og ongum øðrum.

– Vit vita ikki, nær føroyingar skulu taka støðu um Føroya framtíð. Tað kann vera um stutta ella langa tíð.

– Men vit vita, at um vit skulu taka støðu, so skulu vit hava eina viðurkenda, fólkarættarliga vissu fyri, at føroyingar eiga rættin at avgera framtíðina hjá Føroyum.

– Avtalan, sum bleiv undirskrivað í New York í dag, burdi slóðað fyri, at vit verða javnsett við Grønland, hvat hesum viðvíkur, sigur løgmaður.

– Hetta hevði ikki broytt gerandisdagin hjá føroyingum í morgin. Men tað hevði verið eitt stórt og prinsipielt stig rætta vegin fyri okkara land – og avgjørt nakað, vit eiga at standa saman um, sigur Beinir Johannesen, løgmaður.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

Í gjár kl. 18:15

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Føroyar mugu ikki elta Europa

1 minuttur síðan
Tíðindi

Maria vann tvær filmsvirðislønir sama dag

16 minuttir síðan
Tíðindi

Maria hevur vunn­ið pitch­virð­i­sløn - og kann vinna meira

36 minuttir síðan
Myndasøvn

Myndir: Stór venjing á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Illveður við Ísland avlýsir tríggjar vitjanir í Havn

1 tími síðan
Tíðindi

Stór venjing við 400 luttakarum á flogvøllinum

1 tími síðan
Tíðindi

Jenis krevur svar um koronu­kopp­set­ing­ar

2 tímar síðan
Tíðindi

Heil vika sett av til álvarsamt mál um rán og eldáseting

3 tímar síðan
Tíðindi

Stór venjing á flogvøllinum í Vágum

4 tímar síðan
Tíðindi

USA fær var­andi hern­að­ar­lig rætt­indi í Grøn­landi

4 tímar síðan
Tíðindi

Semjan um Grøn­land: Nú er av­tal­an undir­skrivað

4 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Tvær nýggj­ar her­støð­ir í Grønlandi

5 tímar síðan