Tíðindaskriv frá Filmshúsinum:
Talan er um eina pitchvirðisløn frá Documentary Association of Europe (DAE), sum Maria fekk eftir at hava lagt verkætlanina fram fyri altjóða sjónvarpsstøðum, filmsgrunnum og øðrum avgerðartakarum úr filmsvinnuni.
Í grundgevingini verður sagt:
– Virðislønin verður latin einari filmslistakvinnu, sum skjalfestir eina søguliga løtu í søgu lands síns og brýtur tøgn, ið hevur vart í fleiri ættarlið. Við serligari atgongd til tilgongdina og egnum innliti sum slóðbrótari vænta vit, at filmurin fer at geva eina bæði kveikjandi og fjøltáttaða lýsing. Leikstjórin er uttan iva ein djørv og nýggj rødd innan heimildarfilm.
Knots tekur støði í persónligu søguni hjá Mariu og viðger føroyska abortspurningin. Virðislønin er ein týdningarmikil altjóða viðurkenning av verkætlanini, sum enn er undir menning.
Men dagurin kann gerast uppaftur størri hjá Mariu.

Tá høvuðsvirðislønirnar á Nordisk Panorama verða handaðar í kvøld, er stuttfilmur hennara, Mammuskepilsið, við í kappingini um Best Nordic Short Film.
Eisini Búi Dam hevur møguleika at vinna í kvøld. Heimildarfilmur hansara, Birita, er við í kappingini um New Nordic Voice.
Føroyskur filmur hevur sostatt longu vunnið eina pitchvirðisløn – og í kvøld eru tveir nýggir møguleikar at vinna stóru filmsvirðislønirnar á festivalinum.
– Hjartaliga tillukku við pitchvirðislønini, Maria – og góða eydnu til Mariu, Búa og filmsliðini í kvøld, skrivar Filmshúsið.