info
Ongi úrslit
Skriðulop á landsvegnum í Fuglafirði í gjár innan fyri Breiða stongdi vegin

Løgreglan fekk 51 fráboðanir í storminum

Takplátur loysnaðu, vindeygu brotnaðu, og vatn rann inn í bygningar. Á Skála endaði eitt seyðahús í einum sethúsum, og í Hvannasundi fór eitt heilt neyst í vindinum.

Eirikur Lindenskov
15. oktober 2026 kl. 08:30

Løgreglan fekk tilsamans 51 fráboðanir í sambandi við stormin í gjár. Fyrsta fráboðanin kom klokkan 12.40, og tann seinasta kom klokkan 00.10 í nátt.

Talið gevur tó ikki eina fullfíggjaða mynd av skaðunum. Løgreglan vísir á, at tryggingarfeløgini vanliga fáa fleiri fráboðanir enn løgreglan, tí allir skaðar verða ikki meldaðir til politiið.

Næstan helvtin av fráboðanunum til løgregluna snúði seg um tekjur. Takplátur, ryggásir og úthang loysnaðu í nógva vindinum.

Harumframt komu fýra til fimm fráboðanir um vatnskaðar og nakrar um vindeygu, sum vórðu brotin av lutum, ið komu fúkandi.

Millum størru hendingarnar var eitt seyðahús á Skála, sum endaði í einum sethúsum. Í Hvannasundi fór eitt neyst alt sum tað var, og tekjan á HP Jarn í Hvalvík reiv. Løgreglan sendi í tí sambandi út ávaring til fólk í Hvalvík og Streymnesi um at halda seg innandura, tí takplátur og annað tilfar var farið við vindinum og kundi vera vandamikið fyri fólk.

Neyðugt var eisini at tryggja tekjuna á Christianskirkjuni, sum er undir umbygging. Stórur byggipallur er kring kirkjuna, og dúkur við krympiplasti spentur um kirkjuna, sum var við at fara í vindinum.

Løgreglan fekk eisini fráboðanir um millum annað ein vogn til hestaflutning, altanir og fleiri aðrar tekjur.

Ódnarveðrið elvdi harumframt til trupulleikar á vegunum. Omanlop vóru á Funningsvegnum og Fuglafjarðarvegnum, og við Skipanes var so nógv vatn á vegnum, at mett varð ikki trygt at koyra.

Fráboðanirnar komu javnt frá klokkan 12.40 til umleið klokkan 16. Frá klokkan 16 til 18 komu bert tvær fráboðanir, men frá klokkan 18.01 tók tað seg uppaftur og helt fram til eftir midnátt.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

21 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

12 tímar síðan

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

6 minuttir síðan
Tíðindi

Politistøðin í Klaksvík stongd eftir stóran vatnskaða

25 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League dystir hjá Óla og Jóhan beinleiðis á TV3

46 minuttir síðan
Tíðindi

Ukraina tekur álopini á russisk oljureinsiverk uppaftur

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur í nátt eru fleiri sivilfólk dripin í Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

3 tímar síðan
Tíðindi

Satira í fleiri løgum

9 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

10 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 51 ms

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bodø/Glimt syrgdi fyri enn einum norskum bragdi

11 tímar síðan