info
Ongi úrslit

Champions League dystir hjá Óla og Jóhan beinleiðis á TV3

GOG og Skanderborg-Aarhus spæla hvør sína klokkutíð í kvøld

Heri Á. Simonsen
15. oktober 2026 kl. 08:55

Í kvøld ber til at síggja liðini hjá Óla Mittún og Jóhan á Plógv Hansen spæla dystir í Champions League.

Dystirnir vera vístir beinleiðis á TV3, ið eisini sæst hjá Televarpinum.

Klokkan 17.45 byrjar dysturin í Arena Svendborg í innleiðandi bólki D millum liðið hjá Óla Mittún og Kristianstad úr Svøríki. Fyri átta døgum síðani vann GOG á útivølli 37-32 (17-14) á Kristianstad. So vónirnar undan dystinum eru góðar.

Klokkan 19.45 byrjar dysturin hjá Jóhan á Plógv og liðfeløgunum í Skanderborg-Aarhus í innleiðandi bólki E á útivølli móti franska liðnum, Montpellier. Farna hóskvøld vann Skanderborg-Aarhus á heimavølli 36-32 (15-13) á Montpellier.

Hesir báðir dystirnir kunnu eisini stroymast á Viaplay.

Í kvøld klokkan 19.45 spælir liðið hjá Hákuni West av Teigum, Füchse Berlin dyst á útivølli í innleiðandi bólki A móti Porto. Farna hóskvøld vann Füchse Berlin á heimavølli 40-32 (20-17) á Porto.

Dysturin í Porto kann stroymast á Viaplay.

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

2 tímar síðan

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

22 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

13 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

34 minuttir síðan
Tíðindi

Politistøðin í Klaksvík stongd eftir stóran vatnskaða

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan fekk 51 fráboðanir í storminum

1 tími síðan
Tíðindi

Ukraina tekur álopini á russisk oljureinsiverk uppaftur

2 tímar síðan
Tíðindi

Aftur í nátt eru fleiri sivilfólk dripin í Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

2 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

4 tímar síðan
Tíðindi

Satira í fleiri løgum

10 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

10 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

10 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 51 ms

11 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bodø/Glimt syrgdi fyri enn einum norskum bragdi

11 tímar síðan