info
Ongi úrslit

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

(Video) Síggj tey bæði málini Aron Benjaminsen skoraði fyri Hearts B móti Airdrieonians

Heri Á. Simonsen
15. oktober 2026 kl. 06:15

Í Skotlandi er ein kapping tey nevna Challenge Cup.

Kappingin er fyri eykalið - B lið - hjá teimum fremstu feløgunum, og so fyrstu liðini hjá feløgunum í teimum lægru skotsku fótbóltsdeildunum.

Mánakvøldið var Aron Benjaminsen við frá dystarbyrjan, ið spældi dyst á útivølli móti Airdrieonians, ið annars spælir í triðbestu deildini, League One.

Við einum dundurskoti í 18. minutti og einum góðum frísparki í 24. minutti syrgdi Aron við sínum fyrstu kappingarmálum fyri Hearts, at Hearts B legði seg á odda 2-0. Men heimaliðið minkaði um munin undan steðginum, og teir skoraðu tvey mál í seinna hálvleiki.

Hearts B hevur vunnið tríggjar og hevur tapt tríggjar dystir í Challenge Cup, ið er skipað sum eitt deildarspæl.

HER ber til frá Instagramkontuni hjá Hearts at síggja bæði málini Aron skoraði móti Airdrieonians:

https://www.instagram.com/reel/DeeSXSrImtO/

HER ber til frá Youtube-rásini hjá Airdrieonians at síggja ein longri samandrátt frá dystinum Airdrieonians-Hearts B 3-2 (1-2):

Mest lisið hesa vikuna

Ken Fagerberg er deyður

Svøríki: Byrjaði at eta seg sjálvan

Eldur í á skipasmiðjuni á Skála

Roykur rekur móti bygdini á Skála

Tvey vaksin og eitt barn funnin deyð í Danmark

Andstøðan rýmdi av bý­ráðs­fundi í Havn

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tekningin hjá Vón prýðir jólakortið

28 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í oktober

44 minuttir síðan
Tíðindi

Marius hevur fingið starv sum møbilsnikkari

50 minuttir síðan
Tíðindi

Foreldur fáa lættari atgongd til Kervi+ við Samleikanum

1 tími síðan
Tíðindi

Ruth Vang spyr um boð í húsasølum

1 tími síðan
Tíðindi

Stór útbygging í Kast­rup kann broyta um­støð­ur hjá føroyingum

1 tími síðan
Lesarabrøv

Send nýskipanarnevndina til hús

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Matprísirnir hækka ikki bara, tí veðrið broytist!

2 tímar síðan
Tíðindi

Føroyar skulu hava ein felags vitlíkisskúla

2 tímar síðan
Tíðindi

Samráðingarnar slitnaðar – sem­ings­mað­ur­ boð­sendur

2 tímar síðan
Tíðindi

Hvarv gevur út ”Bendar eru brýr”

3 tímar síðan
Tíðindi

Lutur datt av lastbili og rakti bil aftanfyri

3 tímar síðan