info
Ongi úrslit
© Henry Nicholls/Ritzau Scanpix
Viðurskiftini millum Donald Trump og Volodymyr Zelenskyj eru versnað seinastu dagarnar.

Ukraina tekur álopini á russisk oljureinsiverk uppaftur

Zelenskyj sigur, at Ukraina hevur steðgað álopunum í tríggjar dagar eftir amerikanskum trýsti. Men Russland hevur hildið fram við at leypa á ukrainsk orkuverk.

Eirikur Lindenskov
15. oktober 2026 kl. 08:12

Ukraina fer aftur at leypa á oljureinsiverk í Russlandi. Tað sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, í samrøðu við Financial Times sambært Ritzau.

– Avmarkingin er tikin av. Nú er liðugt, sigur Zelenskyj um steðgin í álopunum á russisku oljureinsiverkini.

Sunnudagin boðaði amerikanski forsetin, Donald Trump, annars frá, at Russland og Ukraina høvdu gjørt avtalu um at steðga álopum á orkuundirstøðukervið hjá hvørjum øðrum. Sambært Trump høvdu báðir partar tikið undir við avtaluni, sum skuldi koma í gildi beinanvegin.

Men mánadagin segði Zelenskyj, at hann fyrst hevði frætt um fráboðanina um vápnahvíldina í miðlunum.

Sambært ukrainska forsetanum hevur USA lagt stórt trýst á Ukraina fyri at fáa landið at steðga álopunum á russisk oljureinsiverk. Hann sigur, at amerikanskir hernaðarmenn hava sagt ukrainskum starvsfeløgum, at USA fór at steðga deilingini av fregnarupplýsingum, um álopini hildu fram.

Zelenskyj sigur við Financial Times, at Ukraina steðgaði álopunum á russiskt orkuundirstøðukervi í tríggjar dagar fyri at ganga amerikanska ynskinum á møti. Samstundis hevur Russland, sambært honum, hildið fram við at bumba orkuverk í Ukraina.

Kennir seg sviknan

Viðurskiftini millum teir báðar forsetarnar eru versnað seinastu dagarnar. Trump hevur sagt, at Ukraina eigur at fáa ein nýggjan forseta, og í samrøðu við Piers Morgan mikudagin segði Zelenskyj, at hann kendi seg sviknan av Trump og gongdini seinastu tíðina.

Í samrøðuni við Financial Times sigur Zelenskyj, at Trump hevur serligan tokka til einaræðisharrar og sera rík fólk.

– Hann sigur tað opið og hart, at hann elskar slík fólk og virðir tey. Fyri hann merkir tað, at fólk, sum kunnu vera leiðarar í 20, 30 ella 40 ár, mugu vera sera sterk, sigur Zelenskyj.

Trupulleikar við Starlink

Sambært Ukraina vóru trupulleikar við ferðini á fylgisveinatænastuni Starlink um alt landi mikunáttina. Tað ávirkaði ukrainska virksemið við hermótið.

Zelenskyj vísir í samrøðuni við Financial Times aftur, at talan kann hava verið um ein tøkniligan trupulleika. Hann kallar tað í staðin eitt tilvitað val.

Ukrainski herurin brúkar millum annað netsambandið frá Starlink til at stýra dronum. Starlink er ein tænasta hjá SpaceX, sum Elon Musk eigur.

Kelda: Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12. oktober kl. 00:01

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

11. oktober kl. 21:48

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

21 tímar síðan

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

12 tímar síðan

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Eldur í tangaskipi í Svartahavinum

5 minuttir síðan
Tíðindi

Politistøðin í Klaksvík stongd eftir stóran vatnskaða

24 minuttir síðan
Hondbóltur

Champions League dystir hjá Óla og Jóhan beinleiðis á TV3

45 minuttir síðan
Tíðindi

Løgreglan fekk 51 fráboðanir í storminum

1 tími síðan
Tíðindi

Aftur í nátt eru fleiri sivilfólk dripin í Ukraina

1 tími síðan
Tíðindi

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Fyrstu kappingarmálini hjá Aron fyri Hearts

3 tímar síðan
Tíðindi

Satira í fleiri løgum

9 tímar síðan
Tíðindi

Tummas Pauli Mohr nýggjur stjóri í Demich

9 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj kennir seg sviknan av Trump

10 tímar síðan
Tíðindi

Koyrilíkindini: Upp í 51 ms

10 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: Bodø/Glimt syrgdi fyri enn einum norskum bragdi

11 tímar síðan