info
Ongi úrslit

Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkra­hús­um

Sparingarnar í heilsuverkinum næsta ár fara at raka bæði starvsfólk og sjúklingar. Sjey til átta størv verða eftir ætlan spard burtur á teimum trimum sjúkrahúsunum, tríggir nýggir serlæknar kunnu ikki setast, og eitt tilboð til kvinnur við sálarligum trupulleikum í sambandi við barnsburð verður væntandi niðurlagt.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 17:28

Tilsamans skal føroyska heilsuverkið spara 14,7 milliónir krónur í 2027.

Tað upplýsir Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Sirið Stenberg, løgtingskvinnu, sum hevur spurt um sparingarnar og avleiðingarnar av teimum.

Á Landssjúkrahúsinum verður starvsfólkahópurin eftir ætlan minkaður við fimm til seks kliniskum starvsfólkum. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi verður eitt starv spart burtur á hvørjum sjúkrahúsi.

Talan er bæði um størv, sum hava beinleiðis samband við sjúklingar, og størv innan tekniska økið.

Harumframt eru starvsfólkaavleiðingar á Heilsustýrinum, har enn ikki er endaliga avgjørt, hvussu sparingarnar skulu fremjast. Í Heilsu- og orkumálaráðnum er eitt fulltrúastarv longu niðurlagt.

Sjúklingar og bíðilistar verða ávirkað

Landsstýriskvinnan staðfestir, at sparingarnar fara at fáa avleiðingar fyri sjúklingar, bíðilistar og nýtsluna av konsulentum.

Tað er tó ikki endaliga greitt, hvørjar avleiðingarnar verða.

– Í síni heild skal væntast, at sparingarnar í størri ella minni mun koma at hava ávirkan á hesi viðurskifti, stendur í svarinum.

Sparingarnar á sjúkrahúsunum eru tilsamans 6,75 milliónir krónur. Landssjúkrahúsið skal spara 5,05 milliónir, Klaksvíkar Sjúkrahús 900.000 krónur og Suðuroyar Sjúkrahús 800.000 krónur.

Tríggir serlæknar kunnu ikki setast

Ein onnur avleiðing er, at tríggir serlæknar, sum væntandi verða tøkir at seta í starv næsta ár, ikki kunnu fáa starv á Medisinska depli.

Orsøkin er, at eingin peningur er settur av til serlæknapuljuna í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027.

Talan er um serøki, har allar verandi starvsnormeringar eru brúktar. Uttan eina serlæknapulju ber tí ikki til at seta fleiri serlæknar innan hesi økini.

Eisini verða ætlanirnar um tvey nýggj kommunulæknastørv í 2027 lagdar til viks, tí eingin játtan er til tey.

Tó er peningur játtaður til tvey nýggj kommunulæknastørv í 2026, og væntandi verður annað teirra ikki sett fyrr enn í 2027.

Tilboð til kvinnur verður væntandi niðurlagt

Ein onnur sparing rakar verkætlanina Ein góð byrjan, sum fær 450.000 krónur í stuðli.

Hetta er eitt ókeypis bólkatilboð til kvinnur, sum í viðgongutíðini ella eftir barnsburð stríðast við ótta, tunglyndi ella annan sálarligan mistrivnað.

Stuðulin verður eftir ætlan strikaður næsta ár, og tí verður tilboðið væntandi niðurlagt.

Kvinnurnar skulu í staðin venda sær til kommunulæknan, sum kann ávísa tær til sálarfrøðing ella í serligum førum til psykiatriina.

Landsstýriskvinnan upplýsir tó, at Heilsutrygd er biðið um at koma við uppskoti um, hvussu eitt líknandi tilboð kann skipast innan verandi skipanir.

Sjúklingar missa stuðul til viðgerðarferðir

Eisini verður stuðulin til Giktafelag Føroya og Føroya Psoriasisfelag strikaður.

Feløgini hava seinastu árini skipað fyri viðgerðarferðum til Kroatia, har umleið 20 sjúklingar árliga hava fingið klimaviðgerð.

Stuðulin er ein millión krónur.

Verður stuðulin tikin burtur, verður tað framyvir upp til serlæknarnar at meta um, hvørjir sjúklingar skulu ávísast til slíka viðgerð.

Landsstýriskvinnan sigur, at hetta kann hava við sær, at sjúklingar bert í serstøkum førum verða sendir til klimaviðgerð í Kroatia.

Her skulu 14,7 milliónir sparast

Sambært svarinum hjá landsstýriskvinnuni er býtið av sparingunum í 2027 hetta:

Øki

Sparing

Landssjúkrahúsið

5.050.000 kr.

Heilsutrygdarveitingar

3.500.000 kr.

Heilsustýrið

1.500.000 kr.

Heilsutrygd

1.000.000 kr.

Giktafelagið/Psoriasisfelagið

1.000.000 kr.

Klaksvíkar Sjúkrahús

900.000 kr.

Suðuroyar Sjúkrahús

800.000 kr.

Heilsu- og orkumálaráðið

543.000 kr.

Ein góð byrjan

450.000 kr.

Tilsamans

14.743.000 kr.

Sparingin á 3,5 milliónir krónur í heilsutrygdarveitingum er knýtt at ætlanini um at seta eitt heilivágsráð.

Kelda: Svar frá Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu, til §52a-fyrispurning nr. 52-069/2026 frá Sirið Stenberg.

 

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Zelenskyj og Hák­un kong­ur um­røddu burtur­flutt ukrainsk børn

1 tími síðan
Tíðindi

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

1 tími síðan
Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

5 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

6 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

7 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

7 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

7 tímar síðan