Eftir trý ára arbeiði er stóra vinnuútstykkingin á Ovara Hjalla í Hoyvík nú liðug og avhendað Tórshavnar kommunu.
Tað boðar Articon frá í dag.
Nýggja vinnuøkið er tilsamans 130.000 fermetrar og fevnir um 48 vinnugrundstykki.
Talan er um eina umfatandi verklagsverkætlan, sum byrjaði síðst í 2023.
Í sambandi við arbeiðið eru beint undir 400.000 rúmmetrar av gróti boraðir og sprongdir. Alt grótið er endurnýtt á staðnum.
Harumframt eru umleið 1.100 metrar av nýggjum vegi gjørdir, og eitt umfatandi undirstøðukervi við leiðingum til millum annað vatn, kloakk, el og fjarhita er lagt.
Nýggja vinnuøkið liggur í Hoyvíkshaganum, oman fyri brennistøðina og við nýggja innkomuvegin millum Hvítanes og Havnina.
-
©
Articon hevur staðið fyri verklagsarbeiðinum, og LBF hevur verið ráðgevi hjá Tórshavnar kommunu.
Nýggja økið er ein týðandi víðkan av vinnuøkinum á Hjalla, har stórur eftirspurningur hevur verið eftir grundstykkjum til vinnuligt virksemi.
– Vit eru errin av at hava verið partur av hesi stóru verkætlan, sum skapar góðar karmar fyri framtíðar vinnuvøkstri í høvuðsstaðnum, skrivar Articon.
Felagið takkar samstundis Tórshavnar kommunu og LBF fyri gott samstarv.
Við avhendingini er sjálvt verklagsarbeiðið liðugt, og kommunan hevur nú fingið eitt stórt nýtt vinnuøki við grundstykkjum, vegum og undirstøðukervi.
Kelda: Articon