Landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen og liðfelagarnir í Skövde spældu í kvøld dyst í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í heimadysti í Arena Skövde eydnaðist tað Skövde at vinna 34-30 á AMO. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16.
Pauli bjargaði 12 av 40 málroyndum (30 prosent). Aftur í kvøld bjargaði Pauli einum brotskasti.
Skövde eru ósigraðir í fýra teimum seinastu dystunum við tveimum sigrum og tveimum javnleikum. Skövde er nummar átta í deildini við seks stigum. Kristianstad er fremst við átta stigum, so tað er sera javnt í deildini.
Hetta er annars fyrsti sigurin hjá Pauli í bestu svensku hondbóltsdeildini. Hann var ikki við í tveimum teimum fyrstu dystunum, men hevur eftir tað tvær ferðir leikt javnt, og hevur í kvøld vunnið saman við liðfeløgunum í Skövde.
Komandi sunnudag klokkan 16 hevur Skövde dyst á útivølli móti Lugi, ið er gamla liðið hjá hinum landsliðsmálverjanum, Aleksandar "Sasja" Lacok.