info
Ongi úrslit
© Ole Berg-Rusten/POOL/NTB/Ritzau Scanpix
Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, og Hákun kongur av Noreg, tá teir hittust fyrr í dag.

Zelenskyj og Hák­un kong­ur um­røddu burtur­flutt ukrainsk børn

Ukrainski forsetin sigur, at Ukraina og altjóða samstarvsfelagar higartil hava fingið 2.689 børn heim aftur. Endamálið er at fáa øll børnini, sum Russland hevur flutt burtur, heim til Ukraina.

Eirikur Lindenskov
20. oktober 2026 kl. 17:08

Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, og Hákun kongur í Noregi umrøddu týsdagin ukrainsk børn, sum Russland hevur burturflutt.

Teir hittust á kongshøllini í Oslo í sambandi við vitjanina hjá ukrainska forsetanum í Noregi.

– Vit umrøddu, hvussu ukrainsk børn, sum Russland hevur rænt, kunnu koma heim aftur. Vit skulu fáa øll ukrainsk børn heim. Vit umrøddu, hvørji stig vit kunnu taka fyri at røkka hesum, skrivar Zelenskyj á sosialum miðlum.

Sambært ukrainska forsetaskrivstovuni hava Ukraina og altjóða samstarvsfelagar higartil fingið 2.689 børn aftur. Zelenskyj takkaði Noregi fyri hjálpina við at fáa børnini heim og stuðulin til teirra afturkomu í ukrainska samfelagið.

Teir umrøddu eisini humaniteru støðuna í býnum Olesjky, sum Russland hevur hersett. Zelenskyj greiddi konginum frá ukrainsku royndunum at hjálpa fólkunum har.

Fleiri fundir í Oslo

Zelenskyj er í dag í norska høvuðsstaðnum, har hann eisini hittir Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra Noregs, og Alexander Stubb, forseta Finnlands.

Amerikanski serligi sendimaðurin Steve Witkoff er eisini komin til Oslo at taka lut í samráðingunum um kríggið í Ukraina. Jared Kushner tekur lut umvegis netið.

Sambært norsku stjórnini bað Zelenskyj Noreg og Finnland um at skipa fyri fundinum sum lið í teimum diplomatisku royndunum, ið eru í gongd.

– Málið er at fáa diplomatiska arbeiðið inn á eina meira konstruktiva leið, hevur Støre sagt.

Zelenskyj skal eisini hitta forsetan og parlamentarisku leiðararnar í norska Stórtinginum.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Spara 14,7 mió: Sjey til átta størv hvørva á sjúkra­hús­um

58 minuttir síðan
Tíðindi

Uppliv gleðina við føroyskum fólkadansi

1 tími síðan
Tíðindi

Wenzel fær BMW – men noyðist at sleppa Volvo

2 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj í Nor­eg til sam­ráð­ing­ar um kríggið

3 tímar síðan
Tíðindi

Stórt roykskýggj breiðir seg úr Indonesia

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj vegleiðing um fótbólt til fólk við diabetes

4 tímar síðan
Tíðindi

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

5 tímar síðan
Tíðindi

Bankarnir: Fíggjar­støð­an var óbroytt hjá húsar­haldum

5 tímar síðan
Tíðindi

Sámiskt verk fær bók­menta­virð­is­løn Norður­landa­ráðsins

6 tímar síðan
Tíðindi

Pol­it­isk av­gerð at flyta byggi­verk­ætl­an­ir frá Lands­verki

7 tímar síðan
Myndasøvn

Myndir: Her enda allar fløskur og dósir í Føroyum

7 tímar síðan
Tíðindi

Sektleiðari dømdur sekur í drápi av 190 børnum

7 tímar síðan