Ein dystur er í kvøld leiktur í Burn Mansdeildini.
Í KÍ-høllini vunnu verandi greipuvinnararnir, H71 sjeynda sigurin á rað hetta kappingarárið. Hesaferð gjørdist talan um 36-25 sigur á Team Klaksvík. Í steðginum vóru hoyvíkingar á odda 20-12.
Jónas Sólsker var toppskjútti hjá Team Klaksvík og Sofus í Selvindi Nattestad var toppskjútti hjá H71. Teir skutu sjey mál hvør.
Leygardagin klokkan 17 skal H71 á torførum útivølli í Kroatia royna at verja 34-27 leiðsluna teir hava móti Trogir frá fyrra dystinum í øðrum umfarinum í European Cup.
H71 er fremst í deildini við 14 stigum. VÍF hevur 12 stig á øðrum plássinum. Kyndil og KÍF hava átta stig hvør, og Neistin hevur sjey stig. EB hevur fýra stig, Team Klaksvík hevur tvey stig, og StÍF er aftast í deildini við einum stigi.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum Team Klaksvík og H71:
-
©