Í kvøld var føroyingauppgerð í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Stjarnan við Jóhannes Bjørgvin á liðnum tók í Heklu-høllini í Garðabær móti liðnum hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Vali.
Valur vann eftir málríkan dyst 37-34 á Stjörnuni. Í steðginum var Valur á odda 20-17.
Jóhannes var effektivur fyri heimaliðið. Hann fekk hevði tríggjar málroyndir og tær sótu allar í netinum.
Bjarni skoraði seks mál upp á átta málroyndir. Hann legði eisini upp til eitt mál, og vann liðnum tvey brotskøst. Allan hevði eina málroynd, og hann var noteraður fyri eitt mál.
Talan var um annað tapið á rað hjá Stjörnuni, og eru teir nummar níggju í deildini við fimm stigum.
Hjá Vali var talan um fjórða sigurin á rað, og eru teir næstfremst í deildini við 12 stigum.
Í annaðkvøld klokkan 19.30 spæla Trúgvi Hávardsson og liðfelagarnir í HK dyst á útivølli á Hafnarfirði móti Haukum.