Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti skal spæla innleiðandi dyst í innleiðandi EM-bólki E móti vertunum, Póllandi í Katowice, mikudagin 9. desember.
Pólland spældi síðst í farnu viku í júst Katowice tveir venjingardystir, ið føroysku kvinnurnar kenna væl, nevnliga Íslandi.
Fyrra venjingardystin vann Ísland 35-32, meðan Pólland vann seinna venjingardystin 35-34. Ein staðfesting av, at pólska liðið neyðturviliga ikki er nógv sterkari enn tað føroyska. Men pólska liðið verður á heimavølli, og tað gevur teimum nøkur eyka prosent.
Frakland, ið Føroyar spæla móti í Katowice, mánadagin 7. desember spældi í farnu viku venjingardystir móti Ungarn.
Fyrri dysturin endaði við javnleiki 29-29. Seinna dystin vann Ungarn 27-25.
Leygardagin 5. desember spæla Føroyar móti Ukraina í Katowice.