info
Ongi úrslit

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

Vælkomin á Markleys Útbúgving frá kl. 14.30 tann 28 okt. Við Tjarnir. Áhugaverda útbúgvingarráðstevnan, Markleys Útbúgving, verður í høllini Við Tjarnir í Hoyvík 28. oktober

Eirikur Lindenskov
25. oktober 2026 kl. 15:36

Tíðindaskriv:

Frá kl. 9-14.30 er dagurin fyri 3. árs næmingar á miðnámi og 9. og 10. fl. í fólkaskúlanum. Frá kl.14.30-18.00 lata dyrnar upp fyri almenninginum. Tá eru øll vælkomin at fáa kunning og íblástur um útbúgvingar í Føroyum og uttanlands, eins og lærupláss og starvsmøguleikar í Føroyum.

Kl. 14.30 endar skúladagurin hjá næminginum sum hava verið á Markleys Útbúgving  við einari samanumtøku og konsert við Bjarki Virgarsson Trondesen, sum nógv kenna frá vælumtóktu sendingini Hoydalar. Hann fer at seta ein festligan dám á endan á næmingadegnum, samstundis sum dyrnar lata upp fyri almenninginum.

Á tiltakinum ber til at hitta umboð fyri skúlar, útbúgvingarstovnar, lærupláss og aðrar stovnar. Her kunnu vitjandi hoyra um ymiskar útbúgvingar, seta spurningar og fáa vegleiðing um møguleikarnar eftir fólkaskúla og miðnám. Framsýnarar á útbúgvingarráðstevnuni eru 35 í tali.

Seinnapartin vera eisini fyrilestrar um ymiskar útbúgvingar og møguleikar. Evnini eru millum annað hægri lestur, yrkisútbúgvingar og Erasmus+. Sí skránna her

Umleið 1.100 næmingar luttaka

 Markleys útbúgving er fyri allar næmingar í Føroyum. Næmingarnir fáa eina skrá, har teir vitja básar, lurta eftir fyrilestrum og fáa vegleiðing í bólkum. Væntandi koma umleið 1.100 næmingar  til tiltakið.

Endamálið við Markleys Útbúgving er at geva teimum ungu betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar og veita teimum vegleiðing um, hvørjar leiðir tey kunnu velja, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.

Foreldur, familjur og øll onnur, sum hava áhuga fyri útbúgving og starvsmøguleikum, eru hjartaliga vælkomin at vitja tiltakið frá kl. 14.30.

Tíð og stað: Mikudagin 28. oktober kl. 14.30–18.00, Við Tjarnir í Hoyvík.

Atgongd: Ókeypis.

Skrá og meira kunning: Markleys Útbúgving

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

20 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

5 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

27 minuttir síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

2 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

2 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

3 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

3 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

4 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

5 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

5 tímar síðan
Tíðindi

Ísur krýnir hægstu tindarnar í Peru

5 tímar síðan
Tíðindi

Tveir mans endaðu í brummuni í nátt

7 tímar síðan
Tíðindi

Ein stormskaði fráboðaður

7 tímar síðan