info
Ongi úrslit
© uan Barreto/Ritzau Scanpix.
Sitandi forsetin í Brasil, Luiz Inacio Lula da Silva, kom sunnudagin á valstaðið í São Paulo í reyðum, stjørnuskapaðum brillum

Lula og Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu

Seinna umfar av forsetavalinum í Brasil verður í dag. Veljarakanningar benda á sera tætt val millum sitandi forsetan Lula og avbjóðaran Flávio Bolsonaro.

Eirikur Lindenskov
25. oktober 2026 kl. 16:35

Brasilski forsetin, Luiz Inacio Lula da Silva, og høgravalevnið Flávio Bolsonaro hava báðir greitt atkvøðu í seinna umfari av forsetavalinum í Brasil í dag.

Bolsonaro sigur, at tíðin er komin til veruliga broyting eftir fýra ár við vinstrahalla Lula við valdið.

– Brasil tolir ikki fýra ár aftrat sum hesi. Lívið hjá øllum er vorðið verri, sigur Bolsonaro uttan fyri eitt valstað í Rio de Janeiro.

80 ára gamli Lula, sum umboðar Arbeiðaraflokkin, greiddi atkvøðu í statinum São Paulo. Hann sigur, at veljararnir skulu velja millum eitt valevni, sum verjir brasilska flaggið, og eitt, sum heldur vil hava amerikanska flaggið.

– Høgravongurin vil stjórna við amerikanska flagginum, sigur Lula sambært tíðindastovuni AFP.

Valstøðini lata aftur klokkan 20 føroyska tíð, og úrslit verða væntað tímarnar eftir tað.

Lovar harðari kós móti kriminaliteti

45 ára gamli Bolsonaro lovar harðari kós móti kriminaliteti og at minka almennu útreiðslurnar. Tað hevur millum annað vunnið honum stuðul frá 67 ára gamla pensjónistinum Eduardo Viana.

– Hetta snýr seg um endurnýggjan. Vit hava fingið nóg mikið av, at alt alla tíðina er tað sama, sigur Viana við AFP.

Hann heldur ikki, at øll merkja politikkin hjá Lula, hóast forsetin sigur seg arbeiða fyri tey fátæku. Nógvir brasilianarar eru ónøgdir við høga livikostnaðin.

– Hygg bara, fólk hava ikki eingong ráð at fara í matvøruhandilin, sigur Viana.

Men mótstøðan móti høgravalevninum er eisini hørð.

Flávio Bolsonaro er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro. Pápin situr í løtuni í fongsli, eftir at hann í 2025 varð dømdur fyri ætlanir um at fremja kvett móti Lula eftir ósigurin á forsetavalinum fyri fýra árum síðani.

Flávio Bolsonaro hevur lovað, at verður hann valdur, verður tað fyrsta hjá honum at fáa pápan leyslatnan.

Lula vil halda fram við hjálp til tey fátækastu

Í fyrra valumfari fekk Flávio Bolsonaro 47 prosent av atkvøðunum, meðan Lula fekk 45,2 prosent. Síðani hava stórir veljarafundir verið undir herrópinum »Ongantíð Bolsonaro aftur«.

Lula vil halda fram við tiltøkum fyri tey ringast staddu og víðka almenna geiran. Tað eru fleiri veljarar, sum ynskja.

– Fyri okkum hevur tað verið ein ómetaliga stór hjálp. Øll, sum hava roynt ikki at kunna eta seg mett, vita, at slík tiltøk ikki skulu takast sum ein sjálvfylgja, sigur 56 ára gamli Walter dos Santos.

Hann býr í landnyrðingspartinum av Brasil, har sitandi forsetin hevur stóran stuðul.

Fleiri veljarakanningar undan valinum í dag vísa nærum javnt millum valevnini ella eina tepra leiðslu til Bolsonaro.

Ritzau/AFP

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

21 tímar síðan

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Leygardagin vera tvær finalur um at sleppa undan at flyta niður

0 minuttir síðan
Fótbóltur

B68 er flutt niður

19 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ er føroyameistari

35 minuttir síðan
Lesarabrøv

Hví gera sum Bartal, tá tú kann gera sum Búi?

1 tími síðan
Tíðindi

Markleys Útbúgving verður í høllini Við Tjarnir

2 tímar síðan
Fótbóltur

Piteå vann á Vittsjö - eru nærri bjargingini nú

3 tímar síðan
Tíðindi

Strømsgodset snávaði í uppflytingarstríðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómurin í Vest­manna ger gamla hand­il­in hjá John til ræðslu­hús

4 tímar síðan
Tíðindi

14 grundstykki tøk í Skop­un – prís­ir frá 176.400 krónum

4 tímar síðan
Tíðindi

Illgrunasom russ­isk skip fiska minni – men eru meir til staðar

5 tímar síðan
Tíðindi

Bústaðar­felag til 44 leigu­íbúðir: Fýra at­kvøddu ímóti nevndar­vali

6 tímar síðan
Tíðindi

Fleiri enn 1.300 hand­tik­in und­ir mót­mæl­um í Frak­landi

6 tímar síðan