info
Ongi úrslit

Merz í Kyiv við lyfti um milliardastuðul

Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, er sunnudagin í Kyiv, har hann millum annað væntast at gera avtalu um felags framleiðslu av ymiskum sløgum av dronum. Myndin er úr savninum. (Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix)Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, er sunnudagin í Kyiv, har hann millum annað væntast at gera avtalu um felags framleiðslu av ymiskum sløgum av dronum. Myndin er úr savninum. (Mynd: Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix)

© Thilo Schmuelgen/Reuters/Ritzau Scanpix
Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, er sunnudagin í Kyiv, har hann millum annað væntast at gera avtalu um felags framleiðslu av ymiskum sløgum av dronum. Myndin er úr savninum.
Eirikur Lindenskov
4. oktober 2026 kl. 08:30

Friedrich Merz, týskur samveldiskanslari, kom sunnudagin til Kyiv. Við á ferðini eru stjórar í fleiri týskum verjufyritøkum.

Reuters lýsir vitjanina sum eitt tekin um týskan stuðul til Volodymyr Zelenskyj forseta, nú Russland hevur hert álopini á Ukraina.

Ónevndar keldur nær týsku stjórnini siga, at Merz fer at kunngera ein stuðulspakka í Kyiv. Í pakkanum eru ein milliard evrur – umleið 7,5 milliardir danskar krónur – í hernaðarstuðli.

Harumframt skal Ukraina fáa 350 milliónir evrur, sum svara til umleið 2,6 milliardir krónur, til at umvæla orkukervið.

– Eg eri komin til Kyiv í dag, tí Ukraina hevur tørv á øllum okkara stuðli komandi vikurnar, sigur Friedrich Merz.

Hann vísir á, at russiskar herdeildir bumba býir, bústaðarbygningar og hitaverk.

– Verður Russland ikki steðgað, fer russiska krígsmaskinan fyrr ella seinni at venda sær móti okkum. Eg fari í dag at siga við Zelenskyj forseta, at tit framvegis kunnu rokna við okkara hjálp, sigur týski samveldiskanslarin.

Skulu framleiða dronur saman

Vitjanin væntast eisini at hava við sær eina endaliga avtalu um felags framleiðslu av ymiskum sløgum av dronum.

Zelenskyj segði mikudagin eftir eina telefonsamrøðu við Merz, at Ukraina og Týskland skjótt fóru at gera eina avtalu um framleiðslu av dronum, rakettum og tilhoyrandi ritbúnaði.

Sambært Reuters verður dentur væntandi lagdur á skjóta framleiðslu av dronum, sum kunnu berjast móti rakettdrivnum dronum. Týska verjutøknifyritøkan Quantum hevur roynt slíka tøkni við góðum úrsliti.

Zelenskyj upplýsti síðst í september, at Russland hevði sent 2.730 rakettdrivnar Shahed-dronur móti Ukraina í september. Av hesum vórðu umleið 1.500 skotnar niður ella gjørdar óvirknar.

Shahed-dronurnar eru upprunaliga framleiddar í Iran og verða ofta nýttar av russiska herinum.

Ritzau/Reuters

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

14 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

20 minuttir síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

1 tími síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

1 tími síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

1 tími síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

2 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

2 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

2 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

3 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

4 tímar síðan
Tíðindi

Bilur rendi á viðfestisvogn á Argjum

4 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy mátti lúta fyri Berg­en í steypa­kapp­ingini

6 tímar síðan
Tíðindi

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

12 tímar síðan