info
Ongi úrslit

Merz vil gera inntriv móti methøgum brennievnisprísum

Bensinprísurin í Týsklandi kom mánadagin upp á slakar 17 krónur fyri liturin. Nú lovar samveldiskanslarin, Friedrich Merz, at stjórnin fer at leggja fram eitt uppskot, sum skal lætta um hjá borgarunum.

Friedrich Merz, týskur samveldiskanslari, viðurkennir, at hækkandi brennievnisprísirnir krevja politiska handling. Savnsmynd: Nadja Wohlleben/Reuters.
Eirikur Lindenskov
15. september 2026 kl. 18:13

Týska stjórnin fer »sera skjótt« at leggja fram eitt uppskot, sum skal verja borgararnar móti methøgu brennievnisprísunum.

Tað lovaði Friedrich Merz, samveldiskanslari, týsdagin á einum vinnutiltaki, skrivar Reuters.

– Hjá nógvum fólkum, sum eru bundin at bilinum í gerandisdegnum, er markið fyri, hvat tey megna at bera, rokkið, segði hann.

Mánadagin kom bensinprísurin í Týsklandi upp á 2,28 evrur fyri liturin. Tað svarar til slakar 17 krónur og er hægsti prísur nakrantíð.

Merz greiddi ikki nærri frá, hvussu eitt inntriv kann verða skipað. Hann segði tó, at stjórnin er í samráðingum við tær 16 týsku delstatirnar og stjórnarflokkarnar í Berlin um eina loysn.

Ósemja um tiltøkini

Týski fíggjarmálaráðharrin, Lars Klingbeil úr sosialdemokratiska flokkinum SPD, sigur við Reuters, at hann enn ikki hevur hoyrt um nakað uppskot frá Merz og CDU. Hann leggur tó dent á, at neyðugt er at bera skjótt at.

SPD hevur skotið upp at leggja skatt á tær eyka inntøkurnar, sum orkufeløgini fáa av hækkandi brennievnisprísunum. Flokkurin tekur eisini undir við einum hámarksprísi fyri brúkararnar.

Eitt slíkt príshámark hevur tó møtt mótstøðu í búskaparmálaráðnum, sum CDU stendur á odda fyri. Ráðið metir, at tað verður ov trupult at fremja í verki.

Fyrr í ár lækkaði týska stjórnin orkugjaldið í mai og juni. Tað lækkaði í verki bensin- og dieselprísirnar við sløkum 1,27 krónum fyri liturin, skrivar Reuters.

Diesel eisini metdýrt í Danmark

Kríggið í Iran og ófriðurin í Hormuzsundinum hava fingið brennievnisprísirnar at hækka munandi fleiri staðni í heiminum.

Í Danmark fór dieselprísurin mánadagin upp um 19 krónur fyri liturin og kom sostatt á hægsta stig nakrantíð.

Peter Hummelgaard skrivaði týsdagin á Facebook, at stjórnarflokkarnir ikki eru blindir fyri støðuni. Stjórnin er til reiðar at bera at, um orkuprísirnir halda fram at hækka og støðan versnar, skrivaði hann, tó uttan at nevna ítøkilig tiltøk.

Keldugrundarlag: Ritzau/Reuters.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

Í gjár kl. 07:59

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

7 tímar síðan

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Umhvørvisstovan, quo vadis 1 (av minst 5)

1 tími síðan
Tíðindi

Skifta graslíki á FIFA-vøllinum í Skopun

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur Copernicus-fylgisveinur sendur út í rúmdina

1 tími síðan
Tíðindi

»Lokkarin í nýggjum klæðum«

2 tímar síðan
Tíðindi

Effo hevur keypt oljufelag í Hirtshals

2 tímar síðan
Tíðindi

Almannaverkið fær undantak: Keypir bensinbil í staðin fyri elbil

2 tímar síðan
Tíðindi

Staksdagurin verður í Tjørnuvík leygardagin

2 tímar síðan
Tíðindi

Danmark ætlar at seta ferða­fólka­skatt á gist­ing og ferða­manna­skip

3 tímar síðan
Tíðindi

Akustiskar konsertir við Elinborg

6 tímar síðan
Nøvn

Kári og Poula 90 ár

6 tímar síðan
Tíðindi

14,2 milliardir útgoldnar í lønum – vøksturin 6,3 prosent

6 tímar síðan
Tíðindi

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

7 tímar síðan