- Í samband við, at vit nú fara undir at taka gamla graslíkið av FIFA-vøllinum og leggja nýtt á, verður heitt á øll um at halda seg burtur frá vøllinum, til arbeiði er liðugt.
Soleiðis siga tey í Skopunar kommunu seinnapartin.
- Tað hevur stóran týdning, at hvørki verður gingið ella runnið á undirlendinum, meðan arbeiðið fer fram, tí undirlendið kann gerast skeivt.
Í Skopunar kommunu leggja tey aftrat, at sparkivøllur bæði er í skúlagarðinum og barnagarðinum sum kunnu brúkast, meðan arbeiði við FIFA-vøllinum verður gjørt.