Copernicus Sentinel-3C varð sendur upp klokkan 03.21 okkara tíð í nátt úr evropeisku rúmdarstøðini í Kourou í Franska Gujana.
Fylgisveinurin varð sendur út í rúmdina við einari Vega-C rakett, og góðan tíma seinni varð samband fingið við hann. Alt bendir tí á, at uppskjótingin eydnaðist sum ætlað.
Sentinel-3C skal leggjast í ringrás umleið 820 kilometrar oman fyri jørðina og fer at arbeiða saman við Sentinel-3A og Sentinel-3B. Tá ið royndir og kalibrering eru lidnar, skal nýggi fylgisveinurin taka yvir høvuðsuppgávurnar hjá Sentinel-3A, sum hevur verið í rúmdini síðani 2016.
Heldur eyga við havi, landi og ísi
Sentinel-3-fylgisveinarnir hava eina røð av tólum, sum gera tað møguligt at fylgja við broytingum á jørðini. Teir máta millum annað hitan á havinum og á landi, hæddina á havinum, aldur, ís og vatnstøðu. Teir kunnu eisini fylgja við gróðri, turki, skógareldum og alguvøkstri í havinum.
Upplýsingarnar verða millum annað brúktar til veðurforsagnir, landbúnað, havumhvørvi, vatnumsiting og klimagransking. Tær kunnu eisini hjálpa myndugleikum at fylgja við náttúruvanlukkum og meta um avleiðingarnar av teimum.
Við nýggja Sentinel-3C verður ætlanin at tryggja, at henda røðin av mátingum kann halda fram langt inn í næsta áratíggju. Sentinel-3D er eftir ætlan næsti sveinurin í røðini og skal sendast upp í 2029.