info
Ongi úrslit
Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen fara í dag bæði til USA, har Grønland og Danmark í komandi viku væntandi skriva undir samstarvsavtalu við USA. (Savnsmynd) Mynd: Gonzalo Fuentes/Reuters

Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen á veg til USA

Danska forsætisráðfrúan og grønlendski landsstýrisformaðurin eru í dag á veg til New York. Har verður væntandi skrivað undir nógv umrøddu avtaluna millum Grønland, Danmark og USA í næstu viku.

Eirikur Lindenskov
20. september 2026 kl. 14:26

Mette Frederiksen, forsætisráðfrúa, fer sunnudagin til New York, har aðalfundur Sameindu Tjóða verður hildin í komandi viku.

Tað váttar danska forsætismálaráðið fyri Ritzau og DR.

Eisini Jens-Frederik Nielsen, grønlendskur landsstýrisformaður, er á veg yvir um Atlantshav. Tað upplýsir hann sjálvur á Facebook.

Grønland, Danmark og USA boðaðu fríggjadagin frá, at londini vænta at kunna skriva undir eina avtalu í komandi viku, sum skal styrkja trygdina í Arktis og Norðuratlantshavi.

Undirskrivingin verður væntandi í sambandi við ST-aðalfundin í New York.

https://www.facebook.com/photo.php?fbid=1702569281876573&set=a.234576912009158&type=3&ref=embed_post

– Vónandi fáa vit meira frið

Jens-Frederik Nielsen vísir á, at óvissan um framtíð Grønlands hevur elvt til stúran millum grønlendingar.

– Tað hevur verið ein trupul tíð hjá mongum heima hjá okkum, og eg veit, at bæði stúran og ótti hava verið fyri, hvat fór at henda við landi okkara. Tað havi eg tikið í størsta álvara, skrivar hann.

Á ferðini yvir Atlantshav hugsar hann um tey, sum hava stúrt fyri framtíðini.

– Eg vóni, at vit nú kunnu fáa meira frið um land okkara, skrivar Jens-Frederik Nielsen.

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, fer eisini til New York at taka lut á aðalfundi ST.

Ymisk orð um avtaluna

Enn er lítið alment komið fram um ítøkiliga innihaldið í avtaluni.

Mette Frederiksen segði fríggjadagin, at avtalan viðurkennir fullveldið og landafrøðiliga integritetin hjá danska ríkinum og rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerðarrætt.

Donald Trump, amerikanskur forseti, hevur hinvegin lýst avtaluna við øðrum orðum. Sambært honum fær USA við avtaluni „varandi eftirlit við trygdini og øllum øðrum neyðsynjarviðurskiftum í Grønlandi“.

Avtalan verður væntandi undirskrivað av Grønlandi, Danmark og USA í New York í komandi viku.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

Í gjár kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Seinasti valdagur í Russlandi

1 tími síðan
Tíðindi

Eingin ætl­an um at frí­taka sjón­leik og kon­sert­ir fyri MVG

2 tímar síðan
Tíðindi

Noregi: Nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi

3 tímar síðan
Ítróttur

Semifinala, brace og unglingakapping

3 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Russar skulu velja 450 limir í tjóðartingið

3 tímar síðan
Tíðindi

Tá tónleikurin broytti Føroyar

4 tímar síðan
Tíðindi

Amerikanskar herstøðir kunnu gerast nýggj búskaparlig súla í Grønlandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Skal loysingin vinna, má fólkið við

5 tímar síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at vísa longutong móti løgregluni

6 tímar síðan
Tíðindi

Føroysku røturnar fylgdu Mortani til Zimbabwe

6 tímar síðan
Tíðindi

Børn við gikt og familjur teirra hittast í Miðvági

7 tímar síðan
Tíðindi

Baðilandið í Páls Høll stongt – hol kom á tanga í tøknirúminum

8 tímar síðan