Stóru sparingarnar í uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 raka ikki mentanarøkið líka hart sum fleiri onnur øki.
Ein gjøgnumgongd av mentanarjáttanunum vísir, at flestu vanligu játtanirnar annaðhvørt standa í stað ella hækka í krónum næsta ár.
Størsta hækkingin millum vanligu listajáttanirnar er til leiklist.
Játtanin fer úr 2,25 milliónum krónum í ár upp í 3,65 milliónir krónur í 2027. Tað eru 1,4 milliónir krónur meira.
Mentanargrunnurin hækkar úr 14,08 upp í 14,645 milliónir krónur, meðan Tjóðpallur Føroya fer úr 7,483 upp í 7,715 milliónir krónur.
Filmurin fær ikki meira
Filmsstuðulin stendur hinvegin í stað.
Eins og í 2026 verða 6,6 milliónir krónur settar av til filmsstuðul næsta ár.
Hetta er hóast tað framvegis stendur í fíggjarlógaruppskotinum, at ætlanin er at hækka játtanina til filmsframleiðslu upp í 10 milliónir krónur innan nøkur ár.
Tað stigið verður sostatt ikki tikið í 2027.
Játtanin til tónleik, sang og føroyskan dans stendur eisini í stað á 4,915 milliónum krónum, og Norðurlandahúsið fær eins og í ár 1,7 milliónir krónur.
Heiðursgávurnar til mentafólk standa óbroyttar á 500.000 krónum.
Miðlastuðulin verður skerdur
Ein av vanligu játtanunum, sum veruliga lækkar, er miðlastuðulin.
Hann fer úr 4,9 milliónum krónum í 2026 niður í 4,5 milliónir í 2027. Skerjingin er sostatt 400.000 krónur.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum kemst lækkingin av, at ætlaði stuðulin til íverksetan fall burtur, tá løgtingsval varð útskrivað fyrr í ár.
Samstundis verður arbeitt við at broyta miðlastuðulslógina, so verkætlanarstuðulin verður avtikin og stuðulin í staðin verður latin sum rakstrarstuðul og staðbundin stuðul.
Søvnini fáa 1,5 milliónir meira
Samlaða játtanin til søvn hækkar eisini.
Hon fer úr 47,836 milliónum krónum upp í 49,329 milliónir krónur, sum er ein hækking upp á knappar 1,5 milliónir.
Men ikki allar hækkingar merkja, at stovnarnir fáa meira fíggjarligt rásarúm.
Tjóðpallurin er eitt dømi. Hóast samlaða játtanin hækkar við 232.000 krónum, stendur í viðmerkingunum, at raksturin verður skerdur við 75.000 krónum, tá hædd er tikin fyri lønarframskriving.
Sama mynstur sæst hjá Málráðnum. Samlaða játtanin hækkar úr 3,318 upp í 3,415 milliónir krónur, men ein rakstrarsparing upp á 33.000 krónur er kortini løgd inn.
Stórar lækkingar eru serjáttanir
Á pappírinum eru eisini nakrar munandi størri lækkingar á mentanarøkinum, men tær eru í stóran mun tíðaravmarkaðar játtanir.
Játtanin til varðveiting av mentanararvinum lækkar úr seks niður í tríggjar milliónir krónur.
Tvær milliónir til Koltursætlanina detta burtur, og somuleiðis hvørvur ein millión í løgustuðli til Mentanarhúsið í Klaksvík og ein millión til Krígssavnið.
Listasavn Føroya sær eisini út til at missa nærum 1,9 milliónir krónur í rakstrarjáttan. Men meginparturin stavar frá eini serligari játtan í 2026 til at handfara trupulleikar við blámusoppi og flyta listaverk í fyribils goymslu.
Samstundis hækkar løgujáttanin til útbygging av Listasavninum úr 3,5 milliónum í ár upp í 6,5 milliónir krónur næsta ár.
Tí er høvuðsmyndin, at hóast landsstýrið ætlar at fremja rakstrarátøk fyri umleið 80 milliónir krónur í 2027, eru tað ikki tær vanligu mentanarjáttanirnar, sum bera størsta partin av teimum sparingunum sambært fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum.