info
Ongi úrslit

Lønarfyrisitingin verður miðsavnað á Gjaldstovuni

Dagfinn Olsen
1. oktober 2026 kl. 18:11

Aksel V. Johannesen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur gjørt av, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum og lønardeildin á Gjaldstovuni verða lagdar saman í eina deild í 2027. Deildin fær heitið Løn landsins. 

- Tíðin er komin at nýskipa lønar- og starvsfólkafyrisitingina hjá tí almenna. Tað er neyðugt, so økið verður umsitið so skilagott og gagnligt, sum tað kann. Lønar- og starvsfólkafyrisiting verður tí skipað sum deild á Gjaldstovuni, sigur landsstýrismaðurin, og leggur afturat:         

- Orsøkin til hesa avgerð er, at tað er ein fyrimunur, at tættari samband verður millum tær funktiónir, sum deildirnar í dag røkja, og at hetta gevur betri grundarlag at byggja upp tey øki, sum mugu raðfestast.

Fyri at henda nýskipan skal eydnast væl, er neyðugt at raðfesta arbeiðsmarknaðar- og talanalysu, undirvísing og kunning. Landsstýrismaðurin hevur tí boðað frá, at økið hetta verður raðfest í 2027 og 2028.

Lønarsamráðingar, eins og í dag, vera ein sjálvstøðug funktión. Deildarstjórin á nýggju deildini, Løn landsins, hevur ábyrgd av lønarsamráðingunum við beinleiðis tilvísing til landsstýrisfólkið í fíggjarmálum, men er í øllum øðum viðurskiftum partur av Gjaldstovuni og vísir til avvarðandi stjóra.

Lønar- og starvsfólkafyrisitingin hjá landinum hevur stórt sæð verið umsitin óbroytt í nógv ár.  Økið er stórt. Sáttmálarnir fevna um lønarútreiðslur fyri omanfyri 3,5 mia.kr., 12.600 persónar og 5.600 ársverk. Hjá nógvum av almennu stovnunum er lønarjáttanin bróðurparturin av tí játtan, sum stovnurin hevur at ráða yvir, skrivar fmr.fo.

Mest lisið hesa vikuna

Nuuk: Bæði funnin deyð

27. september kl. 23:01

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

20 tímar síðan

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

25. september kl. 21:45

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Grønlands Politi leitar eftir tveimum ungum fólkum í Nuuk

25. september kl. 12:08

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

26. september kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Amnesty: Broytingar í fosturtøkulógini eru eitt afturstig

15 minuttir síðan
Fótbóltur

Landsliðið tíðindafund og venjing

18 minuttir síðan
Hondbóltur

Saman um barnahondbóltin

24 minuttir síðan
Tíðindi

Hesi fingu M.A. Jacobsens virðislønir í ár

1 tími síðan
Myndasøvn

Myndir: Virðislønir M.A. Jacobsens 2026

1 tími síðan
Tíðindi

Vil vita hvussu nógv­ir út­lend­ing­ar fáa fiska­virk­is­stuðul

1 tími síðan
Tíðindi

Mentanin sleppur undan stóru sparingunum

3 tímar síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin endaði á fimta plássinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Nýggja vaktarskipið skal kunna verja føroyskar sjókaðalar

3 tímar síðan
Tíðindi

Sev 80 ár í dag

4 tímar síðan
Tíðindi

ST vil hava USA at gevast við royndini at avrætta Christu

4 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Slovakia á Kasakstan í okkara bólki

4 tímar síðan