Hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum, og hvussu nógv av teimum hava fingið útgjald úr fiskavirkisskipanini?
Tað vil Liljan Weihe, løgtingskvinna, hava Margit Stórá, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, at svara.
Í einum §52a-fyrispurningi, sum er latin Løgtinginum í dag, spyr Liljan Weihe, hvussu nógvir útlendingar arbeiða í Føroyum í dag, og hvussu talið hevur ment seg seinastu tíggju árini.
Hon vil eisini hava at vita, hvussu nógvir útlendingar eru í fiskavirkisskipanini og hava verið tað seinastu tíggju árini.
Triði spurningurin snýr seg um pengarnar. Liljan Weihe vil hava upplýst, hvussu stórur partur av útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini er farin til útlendingar í sama tíðarskeiði.
– Neyðugt at innflyta arbeiðsmegi
Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir Liljan Weihe á, at Føroyar í nógv ár hava havt metlágt arbeiðsloysi, samstundis sum føroyingar eru millum heimsins virknastu á arbeiðsmarknaðinum.
Tí hevur eftir hennara tykki verið neyðugt at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroya.
Men hon heldur eisini, at vaksandi talið av útlendskari arbeiðsmegi hevur avleiðingar.
– So nógva, at tað er farið at tyngja okkara vælferðarskipanir og krevur nýggj átøk innan integratión, skrivar Liljan Weihe í viðmerkingunum.
Hon leggur dent á, at tað er bæði gott og neyðugt, at nóg mikið av arbeiðsmegi er í Føroyum, og at útlendska arbeiðsmegin verður væl integrerað í føroyska samfelagið.
Spyr um stuðul til arbeiðsloysi
Men samstundis heldur hon, at tað ikki er gott og óneyðugt at innflyta arbeiðsmegi til arbeiðsloysi, sum síðani verður stuðlað gjøgnum fiskavirkisskipanina.
Tí vil hon hava tølini fyri gongdina seinastu tíggju árini.