info
Ongi úrslit

Mistak gjørdi at Hannes ikki kom á vøllin

Hannes Agnarsson skuldi á vøllin í Parkini, men eitt mistak á bonkinum kostaði honum plássið

Tróndur Arge
13. november 2021 kl. 22:13

Tíggju minuttir fyri tíð skuldi Hannes Agnarsson á vøllin saman við Peturi Knudsen og Hera Hjalt Mohr, men eitt skeivt tal hevði sníkt seg á ein av útskiftingarlepunum, ið skulu útfyllast á bonkinum.

Sum skilst, so kom kludur í tí tað bleiv skrivað, at nummar 8 skuldi av vøllinum, tá tað skuldi standa nummar 6. Bjarni Petersen hevði nummar 8 og var á bonkinum, og kundi tí ikki skiftast út. Tað var Hallur Hansson, sum skuldi út. Hann hevði latið liðskiparabandið frá sær, og var til reiðar at fara av vøllinum.

Tað hjálpti heldur ikki, at umboð fyri danska Fótbóltssambandið, ið arbeiddi saman við 4. dómaranum, broytti 8-talið til eitt 18-tal. Her var avbjóðingin, at Petur Knudsen júst var runnin inn á vøllin við nummar 18 á rygginum.

Dómarin valdi brádliga at bríksla dystin í gongd, meðan Hannes Agnarsson stóð klárur at koma inn á vøllin. Tað er óhoyrt í slíkum umstøðum, at ein dómari noktar eini skifting.

Reglugerðin sigur, at tú kanst skifta fimm spælarar inn, men tað skal gerst í trimum steðgnum. Tá Føroyar longu høvdu skift Jóan Símun Edmundsson og Gunnar Vatnhamar út í tveimum ymsikum umførum. Tí endaði tað við, at Hannes Agnarsson ikki kom á vøllin.

- Tað er ein internt mistak frá okkum, men eg haldi eisini at 4. dómari kann vísa eitt sindur av menniskjaligheit í eini slíkari støðu, segði Håkan Ericson, landsliðsvenjari, við FM1 eftir dystin.

##ms##

Mest lisið hesa vikuna

Hvat í allari verðini er tað, sum fer fram í føroyskum politikki?

4. november kl. 23:26

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

2. november kl. 23:18

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

3. november kl. 14:11

Signa skrivaði søgu við gullmedalju

4. november kl. 22:29

Seyðasýningin í Skúgvi gekk væl

3. november kl. 19:57

Løgmaður í leysum lofti í Suðuroynni

5. november kl. 19:54

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggi NATO-herovastin vitjaði Ísland

39 minuttir síðan
Tíðindi

Elbilar koyra upp í 140 kilometrar styttri enn upplýst

44 minuttir síðan
Tíðindi

Drúgv máls­við­gerð og vant­andi svar góvu átalur

1 tími síðan
Lesarabrøv

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Ókeypis at hava børn á dagstovni í Grønlandi

2 tímar síðan
Tíðindi

Judohetja stillar upp til forsetaval

2 tímar síðan
Fótbóltur

Ási Dam avloysir Ara Olsen

3 tímar síðan
Tíðindi

Spyr um umstøðurnar hjá barnakonum í gestalonini

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur skeið í trolbøting fyri óroynd

4 tímar síðan
Tíðindi

Kina hóttir nú evropeiska vindmyllu- og orkuídnaðin

4 tímar síðan
Tíðindi

Skráin fyri Bókadagar er kunngjørd

5 tímar síðan
Tíðindi

Vil hava lands­stýr­is­mann­in at taka støðu til kapp­bjóð­ing við húsasølu

6 tímar síðan