Privatfólk, fyritøkur og felagsskapir tóku undir við innsavningini. Jóannes Eidesgaard, formaður í Reyða Krossi Føroya, fegnaðist um úrslitið og segði seg vera ovfarnan av, hvussu høg upphæddin gjørdist. Hann sá stuðulin sum eina staðfesting av, at felagsskapurin hevur sterkar røtur í føroyska samfelagnum.
Innsavningin knýtti 100 ára hátíðarhaldið saman við arbeiðinum, sum Reyði Krossur ger í dag. Elin á Rógvi og Uni Holm Johannesen vóru vertir, og skráin fevndi um tónleik, samrøður og søgur úr hjálpararbeiðinum. Millum evnini vóru summarlegan hjá Reyða Krossi, sjálvbodna samarittaarbeiðið og hjálpararbeiðið í Ukraina. Edward Fuglø hevði eisini latið ein málning, serliga málaðan til hátíðarhaldið, at selja á uppboði til frama fyri hjálpararbeiðið.
Peningurin frá innsavningini skal hjálpa fólki bæði í Føroyum og úti í heimi. Her heima stuðlar Reyði Krossur millum annað familjum og einstaklingum, sum hava tað fíggjarliga trupult, og skipar fyri virksemi, sum fyribyrgir einsemi og skapar felagsskap. Fyrstahjálp og tilbúgving eru eisini partur av arbeiðinum. Úti í heimi veitir felagsskapurin hjálp, tá kríggj, náttúruvanlukkur og aðrar kreppur raka.
Við nærum fýra milliónum krónum frá innsavningini fekk Reyði Krossur Føroya eitt týðandi íkast til at halda fram við hjálpararbeiðinum í sínum 100. ári.