Seinnapartin í morgin klokkan 15 - tað er klokkan 19 lokala kasakiska tíð - spælir føroya landsliðið fjórða dystin í hesari Nations League kappingini.
Mótstøðuliðið í bólki 3 í Nations League deild C verður Kasakstan. Vøllurin í Astana hevur graslíkið, ið burdi verið ein fyrimunur fyri okkara leikarar.
Tað verður ein gamal kenningur hjá føroyska landsliðnum, ið fer at leiða dystin í Astana. Talan er um 45 ára gamla Kristo Tohver úr Estlandi.
Kristo Tohver hevur verið altjóða dómari síðani 2010, og hevur enn fleiri ár á baki sum dómari í bestu estisku fótbóltsdeildini.
Kristo Tohver er eisini aðalskrivari hjá olympisku nevndini hjá Estlandi. So hetta er ein maður við nógvum ymiskum royndum.
Kristo Tohver hevur dømt tríggjar dystir hjá føroyska landsliðnum. Fyrstu ferð var í Nations League dysti á Malta, tá Malta og Føroyar leiktu javnleik 1-1. 4. juni í 2021 dømdi Kristo Tohver venjingardystin millum Føroyar og Ísland á Tórsvølli, ið Ísland vann 1-0. 5. september í fjør dømdi Kristo Tohver HM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia, ið Kroatia vann 1-0.
Kristo Tohver hevur eisini dømt KÍ á einum sinni.
30. november í 2023 dømdi estiski dómarin dystin í bólkaspælinum í Conference League millum KÍ og Slovan Bratislava á Tórsvølli. Slovan vann dystin 2-1.
KASAKHSTAN-FØROYAR:
Dómari: Kristo Tohver EST
Hjálpardómari 1: Silver Koiv EST
Hjálpardómari 2: Sander Saga EST
Fjórði dómari: Karl Koppel EST
VAR dómari: Marko Liiva EST
VAR hjálpardómari: Juri Frischer EST
UEFA dómaraeygleiðari: Igor Șațchi MDA
UEFA umboð: Nikoloz Jgarkava GEO