Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur givið boð um at kanna trygdina á altjóða flogrutum til Ísraels eftir tilburðin umborð á einum flogfari hjá Flydubai.
Tað skrivar tíðindastovan AFP.
Tilburðurin var mikudagin, tá flogfarið, sum var á veg úr Dubai til Ísraels, misti fleiri túsund metrar í hædd eftir sera stuttari tíð.
Sambært ríkisákæranum í Sameindu Arabisku Emirríkjunum leyp stýrimaðurin á flogskiparan við eini øks inni í stýrhúsinum.
Øksin verður vanliga varðveitt í stýrhusinum og er ætlað til neyðstøður.
Ríkisákærin segði í gjár, at stýrimaðurin hevði roynt at fremja eitt »yvirgangsálop«.
Netanyahu hevur biðið leiðaran fyri ísraelska tjóðartrygdarráðnum, Shmuel Ben Ezra, um at tilnevna ein persón at kanna trygdina kring sivila flogferðslu til Ísraels. Tað upplýsir skrivstovan hjá forsætisráðharranum sambært AFP.
Fyrrverandi aðalstjórin í flutningsmálaráðnum, Keren Terner Eyal, heldur, at ábyrgdin fyri trygdarbrestinum liggur hjá flutningsmálaráðharranum, Miri Regev.
– Tú hevur ábyrgdina av trygdini kring útlendsk flogfeløg, sigur hon.
Miri Regev vísir tó ábyrgdini frá sær. Sambært AFP heldur hon, at trygdin kring útlendsk flogfeløg liggur hjá ísraelsku fregnartænastunum, sum arbeiða við uttanlands- og innanlandsmálum.
Netanyahu hevur áður sagt, at stýrimaðurin hevði verið fyri »radikalari islamistiskari indoktrinering«. Hann segði eisini, at motivið ikki var staðfest.
Sambært ríkisákæranum halda kanningarnar fram fyri at staðfesta nærri umstøðurnar, motivið og møgulig sambond. Bæði fysisk og talgild prógv verða kannað.
/Ritzau
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, hevur givið boð um at kanna trygdina á altjóða flogrutum til Ísraels.
Mynd: Timothy A. Clary/Ritzau Scanpix