Sara Benjaminsen gjørdi veruliga vart við seg, og hon skoraði bæði málini, tá lið hennara, FC Nordsjælland í oddadystinum móti HB Køge á heimavølli megnaði javnt 2-2 móti fremsta liðnum í bestu donsku fótbóltsdeildini.
Bert átta minuttir vóru leiktir, tá Mille Gejl legði HB Køge á odda 1-0. Men bert fýra minuttir seinni javnaði Sara fyri heimaliðið við einum væl plasseraðum skoti úr 17 metrum.
Fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, tá 38 ára gamla álopslegendan, Nadia Nadim legði útiliðið á odda 2-1. Men Sara vildi ikki, at oddaliðið skuldi fara við øllum, og í 63. minutti javnaði Sara fyri heimaliðið, tá hon var skjót at gagnnýta ein returbólt í brotsteiginum hjá HB Køge.