Forsetin í Brasil, Luiz Inácio Lula da Silva, er bilsin um, at hann ikki vann forsetavalið í gjár á avbjóðaranum Flávio Bolsonaro.
– Eg má viðganga, at eg var sannførdur um, at eg fór at vinna í fyrsta umfari, sigur 80 ára gamli Lula, sum kallar valúrslitið óvæntað.
– Dysturin er um at byrja. Vit eru í longdari leiktíð. Í longdu leiktíðini fara vit at vinna hjørtuni hjá brasilska fólkinum, leggur hann afturat.
Nú nærum allar atkvøðurnar eru taldar upp mánanáttina, hevur 45 ára gamli Flávio Bolsonaro, sum er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, fingið 47,1 prosent av atkvøðunum.
Lula, sum vann á pápa Flávio Bolsonaro á forsetavalinum fyri fýra árum síðani, hevur fingið 45,1 prosent av atkvøðunum.
Av tí at hvørgin hevur fingið meira enn helvtina av atkvøðunum í fyrsta valumfari, skulu teir báðir kappast í einum avgerandi valumfari 25. oktober. Tá verður avgjørt, hvør skal standa á odda fyri landinum.
Flávio Bolsonaro fegnast um, at hann fekk fleiri atkvøður enn Lula í fyrsta valumfari. Hann er sannførdur um, at hann fer at endurtaka sigurin í øðrum valumfari síðst í oktober.
– Eg eri sera fegin um henda veruliga møguleikan fyri, at Brasil um tríggjar vikur fer at geva eitt endaligt svar við at velja eina nútímans stjórn, sigur hann.
Valstríðið í Brasil hevur verið hart og merkt av gølum og runublaking heldur enn politiskum uppskotum og vallyftum.
Lula kom aftur í politiska ljósið í 2022. Frammanundan hevði hann sitið í fongsli í meira enn 18 mánaðir í sambandi við eina umfatandi mutursgølu.
Dómurin varð í 2021 ógildaður vegna málsviðgerðarfeilir.
Í sínum triðja valskeiði hevur hann millum annað sett sosial átøk í verk aftur og minkað um oyðingina av Amazonas-regnskóginum.
Høgravongspolitikarin Flávio Bolsonaro er sonur fyrrverandi forsetan Jair Bolsonaro, sum situr í fongsli við einum dómi upp á 27 ár eftir eina miseydnaða kvettroynd í sambandi við valið í 2022.
Flávio Bolsonaro, sum er senatorur fyri statin Rio de Janeiro, hevur roynt at lýsa seg sjálvan sum hóvligari enn pápan, ið er kendur fyri sín harðrenda stíl.
Ritzau/AFP