info
Ongi úrslit

Føroyskt farma­skip í sam­an­stoyti við tvey skip í Noregi

Hav Frakt hjá Navigare var í nátt partur av einum samanstoyti millum trý skip í Valderhaugfjorden við Ålesund. Eingin fekk fólkaskaða, men øll trý skipini fingu skaða.

Føroyska farmaskipið Hav Frakt var sunnunáttina partur av einum samanstoyti millum trý skip við Ålesund í Noregi. Eingin fekk fólkaskaða. Foto: Navigare.
Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 08:03

Samanstoyturin hendi klokkan 01.37 sunnunáttina, tá norska bjargingarmiðstøðin fekk mayday-boð um eitt óhapp millum eitt tangaskip og tvey farmaskip.

Skipini vóru føroyska Hav Frakt, norska tangaskipið Xanthia og niðurlendskt skrásetta farmaskipið Bergfjord. Tilsamans vóru 30 fólk umborð á teimum trimum skipunum. Hav Frakt hevði sjey fólk umborð.

Eingin fekk skaða, og eingin manning varð flutt av skipunum. Ein stór bjargingarátaksætlan varð kortini sett í verk, og bæði bjargingartyrlu, bjargingarskip og norska fregattin KNM Fridtjof Nansen vórðu send á staðið.

Sambært fyrstu upplýsingunum tók eitt av skipunum vatn inn eftir samanstoytin. Seinni varð greitt, at tað var Bergfjord, sum hevði fingið skaða á bógvin og tók vatn inn.

Tvey av skipunum fóru til bryggju fyri egna megi, meðan tað triðja varð liggjandi fyri akkeri uttan fyri Ålesund.

Orsøkin til samanstoytin er enn ikki greið. Sambært upplýsingum úr Noregi var myrkt og ringt sýni í økinum, og løgreglan og norsku sjóferðslumyndugleikarnir kanna nú hendingina.

Álvur Højgaard, stjóri í Navigare, sigur við NRK, at hendingin ikki tyktist hava verið dramatisk hjá manningini á Hav Frakt. Hann sigur eisini, at royndir stýrimenn vóru umborð, sum hava siglt nógv í økinum.

Hav Frakt er 88 metrar langt, varð bygt í 2005 og siglir undir føroyskum flaggi. Navigare Shipping eigur og rekur skipið.

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Nations League: Dómarin í Astana hevur dømt Føroyar tríggjar ferðir áður

9 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring í gjár

1 tími síðan
Tíðindi

Noreg hevur ongantíð útflutt størri nøgdir av laksi

1 tími síðan
Ítróttur

Kappingarárið í borðtennis farið í gongd

1 tími síðan
Fótbóltur

VIDEO: Síggj bæði málini Sara skoraði í oddadystinum móti HB Køge

2 tímar síðan
Tíðindi

Bossanova í Lívdini

2 tímar síðan
Tíðindi

Lula bilsin eftir ósigur í fyrra valumfari

3 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken vann risastóran sigur á heimavølli

8 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Gunnar Vatnhamar er klárur til 90 minuttir aftrat

8 tímar síðan
Tíðindi

Hví letur politiið lógarbrot um seg ganga?

9 tímar síðan
Fótbóltur

Højlund tryggjaði Danmark týðandi sigur

9 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu krevur trygd­ar­kann­ing eftir álop í flogfari

9 tímar síðan