info
Ongi úrslit

Føroyar liva í vónini um at halda fram

Innskifti Adrian Justinussen syrgdi við fínum langskoti fyri, at føroyska liðið framvegis hevur møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum

Jóannes Hansen
2. oktober 2026 kl. 21:57

Svenski dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 1-1 í fagrum heystarveðri á Tórsvølli.

Úrslitið ber við sær, at Føroyar hava møguleika at vinna næstfremsta plássið í bólkinum. Tað valdast eisini  onnur úrslit í bólkinum, har Moldova fyrr í dag vann í Kasakstan, men fyrsta treytin fyri, at tað skal eydnast, er, at Føroyar vinna týsdagin í Kasakstan, og at Føroyar eisini vinna, tá ið Moldova í november verður gestur í Føroyum.

Tað var óheppið, tá ið Slovakia stórar fimm minuttir undan steðginum legði seg á odda. Tað var eftir horna úr høgru, og tað var óheppið, tá ið Odmar Færø royndi at beina bóltin burtur, og hann umvegis Gunnar Vatnhamar sníkti seg dygst inn við stólpanum.

Adrian Justinussen og Áki D. Samuelsen vórðu skiftir inn í seinna hálvleiki, og tá livnaði føroyska álopsspælið, har Géza Dávid Turi og Jóannes Bjartalíð fingu miðvallarspælið at rigga. Hanus Sørensen sneiddi seg leysan í vinstru og legði bóltin ímóti handara stólpa. Málverjin fekk akkurát fingrarnar á, áðrenn bólturin brast í stólpan.

Og so var tað, at tað loksins eydnaðist at fáa hol á. Andrias Edmundsson, sum aftur í kvøld var sannur brandur í miðverjuni og eisini í álopsspælinum legði við langari sending bóltin fram til Áka D. Samuelsen, sum illa kroystur megnaði at temja bóltin og leggja hann til Adrian Justinussen, sum smekkaði til úr 19 metrum, og bólturin smeyg sær dygst inn við stólpanum.

-Tað kendist vera øgiliga stórur lætti at eygleiða, at bólturin fór strúkandi fram eftir vøllinum og í málið. Ta løtuna høvdu vit takið, og vit høvdu møguleikar at skora okkurt annað mál, men eg haldi, at vit eiga at vera nøgdir, sigur Adrian Justinussen.

Landsliðsvenjarin Eyðun Klakstein er samdur:

-Vit kundu havt tapt, og vit kundu havt vunnið, og tá ið vit taka samanum, so var javnleikur á góðari leið. Serliga hugaligt var tað, at tað eydnaðist at fáa meiri álopsspæl í lag, tá ið vit skiftu út. Allir útskiftararnir vunnu seg væl til rættis, og tað var hugaligt, at tað vóru tveir teirra, sum áttu stóran lut í málinum. Hatta var eitt kongamál, sum Adrian skoraði, og eg havi roknað við, at hann í hesum landsliðsumfarinum fór at skora mál, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.

 

 

Føroyar – Slovakia 1-1 (0-1)

0-1: sjálvmál 39.

1-1: Adrian Justinussen 66.

Føroyar: Mattias H. Lamhauge – Jóannes K. Danielsen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar, Andrias Edmundsson, Martin Agnarsson – Poul Kallsberg, Jóannes Bjartalíð, Géza Dávid Turi, Hanus Sørensen – Petur Knudsen

Mest lisið hesa vikuna

Thorvald: - Havi ongantíð áður hoyrt um so tungan veðr

13 tímar síðan

Simme Musikkhús heldur fram

10. oktober kl. 11:24

29 ára gamal skuldsettur fyri tvey dráp og drápsroynd

5. oktober kl. 23:35

Vembur og av­roð slongd eft­ir Argja­vegnum

15 tímar síðan

Sjúrður yrkir á Fólkatingi

9. oktober kl. 08:56

Ellefsen og Oskarsson: Rætt ella rættvíst?

6. oktober kl. 14:56

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

B36 fekk fulla úrtøku móti AB

27 minuttir síðan
Lesarabrøv

Vit skulu hava meira frælsi, ikki minni

35 minuttir síðan
Tíðindi

Nærum 900 fleiri fólk – men vøkstur er ikki allastaðni

52 minuttir síðan
Tíðindi

Veðurstovan um illveðrið mikudagin

1 tími síðan
Tíðindi

Nú er Einar Johannessen stjóri í Eysturlon

2 tímar síðan
Fótbóltur

Seks stig til KÍ og trý stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Landið hóttir við at taka 7 milli­ónir – bý­ráð­ið er kall­að saman

2 tímar síðan
Tíðindi

»Hjólvelting« – eitt afturvendandi súkklutiltak

3 tímar síðan
Tíðindi

Ábøtur á kirkjugarðin í Kvívík

3 tímar síðan
Tíðindi

Triðheitasti september í Evropa

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria var kosin at vera besti leikarin

4 tímar síðan
Tíðindi

Kallas fegnast um vápnahvíld men ivast í Russlandi

5 tímar síðan