info
Ongi úrslit

Føroya Tele gevst at veita telduposttænastu

Dagfinn Olsen
12. november 2026 kl. 20:20

Føroya Tele hevur avgjørt at taka telduposttænastuna av 1. apríl 2027. Talan eru um teldupostbústaðir sum t.d. olivant.fo, mail.fo, email.fo, epost.fo Telduposttænastan hjá Føroya Tele verður tikin av 1. apríl 2027.

Talan er um teldupostbústaðir, sum enda við olivant.fo, mail.fo, email.fo, epost.fo umframt fleiri onnur økisnøvn, sum Føroya Tele hýsir.

Telduposttænastan lýkur galdandi trygdarkrøv, og kundar kunnu kenna seg tryggar at brúka teldupostin. Tó eru krøvini til trygd og rakstur av telduposttænastum vorðin so umfatandi, at Føroya Tele hevur avgjørt at niðurleggja tænastuna. - Okkara høvuðsuppgáva er at veita tryggar og góðar fjarskiftistænastur, og her leggja vit alla orku.

Telduposttænasta er sostatt eitt serøki, sum ikki liggur innan fyri okkara virkisøki. Tí mæla vit okkara kundum til at fáa eina teldupostloysn hjá einum veitara, sum hevur hetta sum serøki, og sum alsamt dagførir sína tænastu til at lúka áhaldandi herdu trygdarkrøvini, sigur Anna Katrina Arge, privatkundastjóri hjá Føroya Tele. Hetta merkir, at kundar, sum í dag brúka telduposttænastuna hjá Føroya Tele, skulu velja eina aðra teldupostloysn at flyta teldupostar og dátur á, áðrenn telduposttænastan hjá Føroya Tele steingir 1. apríl 2027. Kundar kunnu lesa meira á heimasíðuni, ft.fo.

Føroya Tele ger vart við, at somuleiðis er týdningarmikið, at nýggi telduposturin verður skrásettur hjá øllum tænastuveitarum, har undanfarni teldupostur hevur verið skrásettur. Hetta snýr seg t.d. um Vangan, Apple- ella Samsung-kontur til fartelefonir, bankar, sosialar miðlar, stroymingtænastur o.s.fr..

Kundar, ið ynskja hjálp til uppseting og at flyta dátur, kunnu seta seg í samband við fyritøkuna Storm, sum er til reiðar at hjálpa fyri eitt ávíst gjald. Storm kann hjálpa við at flyta teldupostin til eina nýggja loysn, seta sjálvvirkandi svar á verandi teldupost og vegleiða við at leggja nýggju teldupostkontuna á eina eind sum t.d. fartelefon ella teldil.

Tað verður eisini í avmarkaðan mun møguligt at fáa hjálp frá Føroya Tele, sum kann hjálpa við at flyta teldupostar á teldu, vegleiða um at stovna nýggjan teldupostbústað og seta sjálvvirkandi svar á verandi teldupost. Tað verður tó avmarkað, hvussu nógvum kundum Føroya Tele fær hjálpt, og tí verður neyðugt at bíleggja tíð frammanundan.

Kundar, sum eru umfataðir av broytingunum, hava fingið beinleiðis boð við telduposti. Føroya Tele mælir til, at kundar fara undir fyrireikingarnar í góðari tíð. Um ivamál eru, so ber til at seta seg í samband við kundatænastuna á telefon 80 80 80, skrivar Føroya Tele í tíðindaskrivi.

Mest lisið hesa vikuna

Herurin heitir á íbúgvar í Lettlandi um at søkja sær skjól

Í gjár kl. 22:37

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

7. november kl. 12:00

Aksel ger útlendskt øl dýrari

9. november kl. 23:20

Løgmaður takkað nei til at hitta Zelenskyj

10. november kl. 13:35

Poul Andrias Ziska skal gera mat til børn í Vágum

7. november kl. 19:00

Nýggj nevnd í Læknafelag Føroya

Í gjár kl. 13:05

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Kvirr gevur Einsamøll út

8 minuttir síðan
Hondbóltur

Rói vann á Rúnar í næstbestu donsku hondbóltsdeildini

28 minuttir síðan
Tíðindi

Sigmund gvur út Cybersex & Cartoons

1 tími síðan
Hondbóltur

Teis rakk ikki FINAL FOUR í steypakappingini

1 tími síðan
Fótbóltur

Víkingur skrivar undir við B68 spælara

1 tími síðan
Tíðindi

Marra heldur fram har Dreymsótt endaði: Nýggj skaldsøga eftir Rakel Helmsdal.

2 tímar síðan
Tíðindi

Heilsuhjálparar fingið prógv

2 tímar síðan
Tíðindi

Stovnandi aðalfundur fyri fólk, ið hava lungnasjúku og avvarðandi teirra

3 tímar síðan
Tíðindi

Ungdómshús leigar Padelhøll

4 tímar síðan
Tíðindi

Stórabretland vil revsa Russland harðari

5 tímar síðan
Tíðindi

Nú kann søkjast um orkuískoyti

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggj bók um Sámal Toftanes

6 tímar síðan