info
Ongi úrslit

Netálop skulu styrkja fyritøkur í Føroyum og Grønlandi

Eitt árligt átak fyri nettrygd verður í ár víðkað, so føroyskar og grønlendskar fyritøkur eisini kunnu taka lut.

Eirikur Lindenskov
31. august 2026 kl. 18:44

Føroyskar og grønlendskar fyritøkur fáa nú møguleika at lata seg hakka í tríggjar tímar fyri at styrkja talgildu verjuna.

Nettrygdarátakið „Hele Danmark Øver“, sum verður í oktober, er í ár víðkað til allan ríkisfelagsskapin.

Tað upplýsir TDC Erhverv, sum skipar fyri átakinum saman við millum øðrum vinnufelagsskapum, myndugleikum og fyritøkum.

Fyritøkurnar, sum taka lut, fáa tilboð um at royna KT-skipanir sínar við einum pallsettum netálopi.

John Henriksen, stjóri í TDC Erhverv, metir ikki, at føroyskar og grønlendskar fyritøkur eru meira útsettar fyri netálopum enn aðrar fyritøkur.

Smærri fyritøkur eru tó vorðnar meira útsettar seinastu árini.

– Tað kemst av vitlíki, sum ger tað møguligt hjá áleyparunum at arbeiða meira skipað. Tí kann tað nú loysa seg hjá teimum at leypa á smærri fyritøkur, og í Føroyum og Grønlandi eru sera nógvar smáar fyritøkur, sigur hann við Ritzau.

Tilbúgvingarvenjingin „Hele Danmark Øver“ er íblást av einum líknandi norskum átaki. Hetta er triðju ferð, at hon verður hildin í Danmark, og í ár verður hon á fyrsta sinni víðkað til allan ríkisfelagsskapin.

Sjálv venjingin fer fram við fysiskari luttøku og varir í tríggjar tímar. Men tað eru ikki bert hesir tímarnir, sum skulu gera fyritøkurnar betur førar fyri at standa ímóti netálopum.

John Henriksen væntar, at luttakararnir fara at hava „eitt sindur av ilt í búkinum“ eftir venjingina.

– Aftaná hevur tú fingið eina góða mynd av, hvat tú skalt seta teg inn í og hvørjum tú skalt hava skil á í fyritøkuni, áðrenn hon verður rakt av einum netálopi, sigur hann.

Ritzau

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

19 minuttir síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

24 minuttir síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

36 minuttir síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

1 tími síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

1 tími síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

1 tími síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

2 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

3 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

3 tímar síðan
Tíðindi

Oxford Street verður gongugøta

3 tímar síðan
Tíðindi

Hoyvíkar Kirkja 19 ár

3 tímar síðan
Tíðindi

Kanna viðgerð­ir á Rík­is­sjúkra­húsi­num

4 tímar síðan