info
Ongi úrslit

Nógv verður á skránni á Sandi um vikuskiftið

Seinsummardagar verða á Sandi hetta vikuskiftið, og her verður ein hópur av tiltøkum á skránni - alt frá rullandi vatnkríggi til konsertir og dans í Virkinum

Vilmund Jacobsen
20. august 2026 kl. 15:29

Seinsummardagar á Sandi byrja í morgin, fríggjadagin við báli og hugna við skótabólkinum, Nykursrósa. Tiltakið verður frá klokkan 17 til 19, og her fara tey bæði at grilla sneisabreyð og spæla ymisk skótaspøl. 

Í morgin fer Café Retro eisini at hava opið. Dyrnar verða latnar upp klokkan 17, og her verður opið til klokkan 22.

Klokkan 10 leygarmorgunin bjóðar Sands kommuna øllum til ókeypis morgunmat á Bókasavninum, og her verður høvi at sita og fáa sær ein bita og skifta orð til á middegi.

Longu klokkan 10 leygarmorgunin letur eisini spælilandið á Ljósafløtti upp - við hoppiborgum, boing-bóltum, andlitsmáling, ponuríðing og tombola í stóra tjaldinum. 

Myndin er ikki tøk

Endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi letur upp í nýggju hølunum hjá Sands kommunu klokkan 11, og á middegi letur eisini barrin í tjaldinum upp, og her selur Alt Events øl og poppkorn.

Á middegi vitjar Bassi á Ljósafløtti og bjóðar børnunum bomm og sunkist.

Sølutorg letur upp á middegi, og klokkan 13 letur matsøla og listaframsýning upp í Virkinum. Á menu'ini fyri matsøluna verður toast, pylsur, kaffi, te og ymiskt annað. Tað er Regin Jørgensen, sum hevur listaframsýning.

Klokkan 13 byrjar eitt rullandi vatnkríggj, sum varar til klokkan 14.30, og tað er Sands Sløkkilið, sum bóðar av. Byrjað verður yviri á Sondum og endað verður við Sands skúla, har øll samlast.

Seinnapartin leygardagin verður vakstrarhústunnilin opin, og tá hava eisini Listasavnið, Sands Bygdarsavn og Aksels Handil opið.

Klokkan 14 leygardagin lata bæði Café Retro pg Café 58 upp, og frá klokkan 14 kunnu køkubitar hjá Sigrid leypast í lítla tjaldinum.

Seinnapartin leygardagin verður eisini høvi at lurta eftir hugleiðingum í ovaru hæddini á Bókasavninum, og her fara Jákup Reinert Hansen, Fridrikka Jensen og Kristian Højsted at hugleiða um ymiskt.

Klokkan 15 fara brandmenn at sýna fram brandbilin uttanfyri Virkið, og klokkan 16 verður barnaundirhald við Angelu og Hannibal í tjaldinum, og hetta verður ein góð løta fyri bæði stór og smá - ella alla familjuna.

Seint seinnapartin verður høvi at keypa sær ein góðan døgurða í tjaldinum við Reyða Kross-handilin, og her verður oksakjøt, rómabakað epli og alt tilhoyri.

Frá klokkan 17 til langt út á kvøldið verða fleiri konsertir við kendum nøvnum, og her verða eitt nú Lív og Tróndur, eins og Jens Marni verður við bólki, sum kvøldið gongur.

Stóra seinsummartiltakið á Sandi endar ikki fyrr enn klokkan 03.45 í Virkinum, har FourMENh spæla til dans.

Myndin er ikki tøk

 

 

 

 

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

Í gjár kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

Í gjár kl. 15:02

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Felags umsigtingin hevur stóran týdning

20 minuttir síðan
Fótbóltur

Sjey stig til KÍ og eitt stig til B36

31 minuttir síðan
Tíðindi

Málið er at brúka 3,5 prosent av BTÚ til verju

1 tími síðan
Tíðindi

24 fólk lótu lív á veg heim frá jarðarferð í Kenja

2 tímar síðan
Fótbóltur

Fýra stig til NSÍ og fýra stig til HB

2 tímar síðan
Tíðindi

Houthi'arar siga seg aftur hava lopið á flogvøllin í Riyad

3 tímar síðan
Tíðindi

Jóhannis Er­lendss­on for­seti í Unga Norður­landa­ráðnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Útreiðslurnar og veitingar til eldraøkið halda fram at vaksa

3 tímar síðan
Tíðindi

Tunnilsgjøldini hjá bussunum kunnu verða strikað

4 tímar síðan
Lesarabrøv

Serlæknapuljan má varðveitast

5 tímar síðan
Tíðindi

Lula afturvaldur til forseta í Brasil

5 tímar síðan
Hondbóltur

Bergsøy tapti greitt á útivølli

6 tímar síðan