Fótbóltskappingin var liðug, fleiri lið høvdu veitslu, og halloween setti eisini sín dám á býarlívið við nógvum grýlum í býnum.
Sambært løgregluni var heitur stemningur fleiri staðni. Á einari adressu í Havn gekk ov ógvusliga fyri seg. Har vórðu tvær bøtur skrivaðar fyri brot á skilhaldsreglurnar, og ein persónur varð tikin við á løgreglustøðina. Í hesum sambandi varð eisini bót givin fyri ljótan málburð.
Løgreglan fekk eisini fráboðan um herverk í miðbýnum, har ein rútur varð brotin. Eitt vitni sá tilburðin og kundi greiða frá, hvør hevði brotið rútin. Løgreglan veit, hvør viðkomandi er.
Fleiri ferðir var neyðugt at senda sjúkrabil eftir fólki, sum vóru dottin og høvdu meitt seg. Løgreglan koyrdi eisini nógv full fólk heim.
Tríggir persónar gistu í brummuni. Ein teirra var persónurin, sum varð handtikin í sambandi við harðskapsmálið klokkan 17. Hann varð seinni avhoyrdur og latin leysur. Hinir báðir vóru sambært løgregluni ikki førir fyri at vera úti millum fólk.