Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel leiktu ígjár dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini móti Odder.
Vendsyssel var á odda 18-16 í steðginum, og tá fýra minuttir vóru eftir av dystinum var heimaliðið á odda 29-27. Men tá steðgaði upp við málskjótingini, og Odder megnaði at knógva javnleik 29-29. Talan er um fyrsta javnleikin hjá Vendsyssel í hesum kappingarárinum.
Kjartan skoraði fýra mál upp á átta málroyndir, og hann legði upp til seks mál. Kjartan vann eisini liðnum eitt brotskast.
Vendsyssel er nummar fimm í deildin við 13 stigum.
Klokkan 14 spæla Julian J. Kragesteen og liðfelagarnir í Køge dyst á útivølli móti Tønder. Klokkan 15 hava Rói Ellefsen á Skipagøtu dyst á útivølli móti Grindsted.