Tá eitt sindur meir enn tveir minuttir vóru eftir at leika vóru Leivur Mortensen (myndin), Tróndur Mikkelsen og liðfelagarnir í HF Karlskrona á odda 28-25 í heimadystinum móti Hammarby í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hammarby megnaði at skjóta trý mál. Tað seinasta av teimum við bert tveimum sekundum eftir á klokkuni, og so mátti føroyingaliðið taka til takkar við javnleiki 28-28 móti Hammarby.
Leivur skoraði tvey mál upp á tvær málroyndir, og Tróndur skoraði tvey mál upp á fýra málroyndir.
Karlskrona er nummar níggju í deildini við sjey stigum.